Quantcast
Channel: Tíðindi - MFS
Viewing all articles
Browse latest Browse all 78

Tilfar frá Exit Føroyar

$
0
0

Í samband við kjakið um fólkafráflyting og vantandi tilflyting skipaði Keypmannahavnarnevndin hjá MFS fyri kjaktiltaki saman við føroysku sendistovuni og ritstjórunum handan bókina, Exit Føroyar, á Norðurbryggju 16. novembur 2012.

Framløgufólkini vóru Erika Hayfield úr vinnumálaráðnum, ið er forkvinna fyri arbeiðsbólkin, ið landsstýrið hevur sett at arbeiða við avbjóðingin; Heri á Rógvi, búbúskaparfrøðingur og annar av ritstjórunum í bókini EXIT Føroyar; Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur og Ph.D. lesandi; Sigmundur Ísfeld, sendimaður Føroya í Keypmannahavn. Høgni Reistrup, ritstjóri, var orðstýrari til tiltakið.

Tíverri hava vit ikki tikið framløgurnar upp, men tú kanst síggja power point framløgurnar her:
Framløga hjá Sigmundur Ísfeld
Framløga hja Heina í Skorini

Framløga hjá Hera á Rógvi

Framløga hjá Eriku Hayfield

Og tú kanst eisini lurtað eftir samrøðuni, ið Kringvarpið gjørdi við forkvinnuna fyri MFS, Biritu í Dali.

Upp móti 200 føroysk lesandi høvdu leitað sær vegin fram til hetta MFS tiltakið, ið var tað seinasta í Keypmannhavn fyri í ár.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 78

Trending Articles



<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>