Fríggjakvøldið 17. mai skipar Meginfelag Føroyskra Studenta fyri spennandi
tiltaki á Norðurbryggju í Keypmannahavn.
Hesafer varpar MFS ljós á byrðardygd og varandi orkukeldur.

Føroyar vilja lækka CO² útlátið við 20% í 2020, og
frá 2005 til 2012 er útlátið lækkað við 7%. Síðan 2009 hava Føroyar havt ein
veðurlagspolitikk/vakstrarhúspolitikk, ið hevur til endamáls at lækka um
vakstrarhúsgassini, men higartil hevur tað ikki havt úrslit við sær, tí útlátið
var hægri í 2012 enn 2009. Ein atfinning er, at tað skulu størri og
meira umfatandi politisk tiltøk til. T.d. var grøn menning ikki ein partur av
dagsskránni til síðsta Løgtingsvalið í 2011.
Føroyar eru eitt lítið land, og útlátið er lutfalsliga til íbúgvatalið í hægra lagi. Hetta kemst millum annað av fiskiflotanum, ið letur út 40% av samlaða útlátinum av CO² í Føroyum, og fiskaídnaðinum, ið brúkar 40% av samlaðu lívrunnu nýtsluni í Føroyum.
Til tiltakið hava vit bjóða umboðum fyri
framtaksfeløgini og Vinnumálaráðið, ið saman koma at geva okkum eina betri
vitan um evnið og harvið vónandi eisini leggja upp til breitt kjak um menning
av bæði grønari og bláari orku í Føroyum.
Umboðini eru:
Jóhan Dahl, landstýrismaður í vinnumálaráðum
Terji Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari, SEV
Suni Petersen fyri Umhvørvisstovuna
Meinhard Eliasen fyri Jarðfeingi
meira um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/166076636892235/?fref=ts
Dyrnar lata upp kl. 19. Tiltakið byrjar kl. 19.30
Verður á Norðurbryggju fríggjakvøldið 17. mai
Strandgade 91, 1401 Keypmannahavn