
Til tess at varpa ljós á og at kunna um viðurskiftini um grøna menning og útlát í Føroyum, skipaði MFS fyri tiltakinum “Orka úr ódn og brimi” tann 17. mai, á Norðurbryggju. Yvir 60 føroysk lesandi høvdu lagt leiðina framvið hetta kvøldið.
Dentur var lagdur á, hvussu Føroyar kunnu minka um CO2 útláti, og hvørjar møguleikar Føroyar hava fyri at menna um grøna og bláa orku og roynt var at seta hetta kjakið í eina hægri samfelagsliga raðfesting.
Samanumtikið var lýst, at Føroyar hava síðan 2005 lækkað útlátið við 7 &, tó málini, ið Føroyar hava sett sær eru at lækka útlátið við 20% í 2020. Umframt hesum, var sagt at síðan 2009 hava Føroyar havt ein veðurlagspolitikk/vakstrarhúspolitikk, ið hevur til endamáls at lækka um vakstrarhúsgassini, men higartil hevur tað ikki havt úrslit við sær, tí útlátið var hægri í 2012 enn 2009.
Føroyar eru eitt lítið land, og útlátið er í hægra lagi lutfalsliga til íbúgvatalið. Hetta kemst millum annað av fiskiflotanum, ið letur út 37% av samlaða útlátinum av CO² í Føroyum, og fiskaídnaðinum, ið brúkar 37% av samlaðu lívrunnu nýtsluni í Føroyum.
Eisini var nevnt, at stór frammgongd hevur verið á el-økinum, og at um fyritreytinar halda, so ber til at náa í 202einar Føroyar, har 70% av el-framleiðsluni stavar av varðandi .
Tiltakið var lagt til rættis soleiðis, at framløgur vóru at hoyra frá teimum ymsu umboðunum fyri framtaksfeløgini og Vinnumálaráðið, millum hesu umboð taldu;
Suni Petersen fyri Umhvørvisstovuna
Meinhard Eliasen fyri Jarðfeingi
Terji Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari hjá SEV
Johan Dahl, Landsstýriðsmaður í vinnumálum
Tá liðugt var at leggja fram hjá umboðunum, var skipað fyri einum pallborðs fundi, har áskoðarar settu áhugaverdar spurningar, umframt at umboðini sluppu at útdýpa seg eitt sindur meiri. Eirikur Sanderson og Marjun Lindarstein vóru orðstýrarar.
Framløgurnar vóru tiknar á band, og vit vóna, at tær vera klárar at leggja út her á heimasíðuna fyrsta dagin.