So er "Markleys Útbúgving" aftur á skránni. Tað verður sum vant í Norðurlandahúsinum, har fyrraparturin er settur av til miðnámsskúlanæmingar, meðan tað um kvøldið verður opið fyri almenninginum.
MFS samstarvar við Altjóða Skrivstovuni (ASK), Setrið og Lestrarvegleiðarafelagið um at geva teimum, ið ætla at lesa víðari útbúgving, eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving. Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir inspiratión og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.
Tiltakið bjóðar felags fyrilestrar, og møguleiki verður eisini fyri at tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri útbúgvingarstovnum í serligum básum. Í básunum verða umboð frá føroyskum útbúgvingarstovnum, umboð úr norðurlondunum og øðrum londum í og uttan fyri Europa. Talan verður um bæði føroyskar og útlendskar vegleiðarar. Harumframt luttaka føroysk núverandi og fyrrverandi lesandi at geva góð ráð til framtíðarlesandi.