Quantcast
Channel: Tíðindi - MFS
Viewing all articles
Browse latest Browse all 78

Útbúgvingarøkið skal langtíðarraðfestast

$
0
0
csm_SSS_2012_01_90b1b4d6fa.jpg

Meginfelag Føroyskra Studenta harmast um trongu korini hjá Fróðskaparsetur Føroya at virka í, og finnist at óskynsomu sparingstiltøkunum, ið fylgja lágu fíggjarjáttanini fyri 2018.

Framgongd á Setirnum

Fróðskaparsetrið hevur seinastu árini víðka um útbúgvingartilboðini, har fimm nýggjar útbúgvingar eru settar í verk síðan 2015. Hesar útbúgvingarnar skulu, sambært Seturslógini, góðkennast av landsstýriskvinnuni, áðrenn tær verða settar í verk. Tað vil siga, at landsstýriskvinnan hevur givið Fróðskaparsetrinum grønt ljós, áðrenn hesar útbúgvingar hava verið útbodnar. Eisini hevur Fróðskaparsetrið havt eina munandi størri upptøku av lesandi, sum er farið frá at vera áleið 640 lesandi í 2013, til at verða áleið 1000 lesandi í 2017. Tað er tískil talan um eina ovurstóra framgongd í upptøkunum á Setrinum.

Óskynsamar sparingar

Hóast økta virksemið, hevur fíggingin ikki fylgt støðugu økingini. Tað hevur við sær, at Fróðskaparsetur Føroya enn einaferð skal undir eina røð av sparingstiltøkum, fyri at yvirhalda árligu rakstrarjáttanina. Hesi sparingstiltøkini eru millum annað:

  • Útsett endursetan av undirvísara í støddfrøði
  • Útsett endursetan av undirvísara í heilsuvísindi
  • Útsett endursetan av námslektara
  • Útsett endursetan av lestrarvegleiðara á Søgu og samfelagsdeildini, á Náttúruvísindadeildini og á Føroyamálsdeildini
  •  Útsett upptøka av lesandi á Búskaparfrøði
  • Strikaðar vallærugreinar á Søgu- og Samfelagsdeildini

Hetta merkir sostatt, at partur av førleikunum, ið eru neyðugir til undirvísing, eru spardir burtur. Stórur spurningur verður reistur um, hvør skal átaka sær leiklutin sum undirvísari í hesum fakunum, og hvussu góðskan á útbúgvingunum verður ávirkað av hesum. Vit frámæla staðiliga at hesar sparingar verða settar í verk, so lesandi á Setrinum í dag, ikki verða rakt í teirra lesnaði.

Slíkar sparingar elva til stóran ótryggleika millum lesandi á Fróðskaparsetrinum, millum annað tí at hesar sparingar eru sera sjónligar, og tí at ein kann stúra fyri, hvat ein útsett endursetan í veruleikanum merkir, tá ið ongin trygd er fyri einari endursetan. At lestrarvegleiðingin, sum frammanundan hevur verið tunn, nú verður skerd, hevur stóra ávirkan sum skjótt kann merkjast hjá tí einstaka. At vallærugreinar brádliga verða frátiknar skapar óvissu, tí tað merkir, at tey tilboðini, lesandi hava fingið lovað, tá tey byrjaðu, ikki longur eru tøk. At ein heilur árgangur innan búskaparfrøði er strikaður er eisini sjónligt í sær sjálvum. Hetta sáar samstundis eisini iva hjá teimum, ið eru lesandi á búskaparfrøði, tí eftir situr tankin um, hví tað júst var tann útbúgvingin, sum skuldi skerast.

Hóast hesi nevndu økini eru sera sjónlig, so eru tað eisini onnur økir, sum eru minni sjónlig, men tó hava beinleiðis ávirkan á tey lesandi. Her kann eitt nú nevnast, at manglandi peningurin á Setrinum eisini merkir, at ráð ikki er til at uppraðfesta gransking, sum sambært Seturslógini skal verða grundarlagið fyri allari undirvísing á stovninum. Krøvini um granskingargrundaða undirvísing stava uttanifrá, og eru ein liður í teimum somu krøvunum, sum eru við til at gera Fróðskaparsetur Føroya til eitt altjóða góðkent universitet. Hetta er tískil sera grundleggjandi fyri góðskuna og brúksvirði á sjálvum útbúgvingunum, sum Setrið veitir.

Eitt av endamálunum við granskingargrundaðu undirvísingini er, at útbúgvingarnar eru so feskar og viðkomandi sum yvirhøvur gjørligt. Á tann hátt fær tann lesandi innlit í ta mest aktuellu vitanina innan sítt øki, sum man sigast at vera sera umráðandi fyri ein nýklektan akademikara. Tá granskingarparturin á Fróðskaparsetri Føroya ikki fær nøktandi sømdir, hevur tað tískil álvarsligar avleiðingar á læringsúrtøkuna hjá teimum lesandi.

Hvørjar avleiðigarnar eru, er tó ilt at siga, tí at Setrið fær heldur ikki fíggjarligar karmarnar at røkka til at uppraðfesta menning av einari innanhýsis góðskutryggingarskipan fyri útbúgvingarnar. Um Setrið ikki kann vísa á, hvussu tað góðskutryggjar sínar útbúgvingar, kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri viðurkenningina av Setrinum, og øllum teimum, sum hava nomið sær útbúgving á stovninum. Í ringasta føri kann hetta merkja, at álitið á útbúgvingunum hvørvir, sum ger tað tvørligt at søkja á víðari lestur uttanlands ella at finna sær starv hjá ávísum arbeiðsgevarum uttanlands.

Langtíðarraðfesting

Tá hugt verður at almenna kjakinum um sparingarnar á Setrinum, hevur umrøðan í mestan mun snúð seg um varðveitslu av verandi virksemi á Fróðskaparsetrinum. Fróðskaparsetrið hevur tó arbeitt við ov lágari rakstrarjáttan í nøkur áramál, og tískil metir MFS at ein varðveitsla av verandi virksemi er heilt í lægra endanum! Skal Setrið kunna mennast til tann stovnin sum ynskiligt er, skal tað vera fíggjarligt rásarúm at kunna uppraðfesta gransking, soleiðis at býtið millum frálæru og gransking kemur í munandi betri javnvág, umframt at menning av stovninum eisini má raðfestast.

Gongdin á Fróðskaparsetrinum er ov óstøðug. Tá politisk ynskir um eitt fjølbroyttari universitet valda, og man samstunis gleðist um nógv øktu upptøkuna av lesandi, tykist tað mótstríðandi, at viljin ikki er til at gjalda fyri økingina. Avleiðingin av hesum er, at sumt av virkseminum aftur má avlagast. Manglandi samsvarið millum økingina av virkseminum og viljan til at gjalda kostnaðin er eitt tekin uppá, at politiska stjórnin manglar eina greina ætlan um, hvønn leiklut hægri úbúgving hevur og skal hava í Føroyum framyvir.

MFS mælir til, at ein greið ætlan verður gjørd, sum miðvíst arbeiðir fram ímóti altjóða krøvum, ið skal tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya framhaldandi kann teljast sum eitt altjóða virðurkent fróðskaparsetur. Eisini eigur hendan ætlanin at staðfesta, hvat vit sum tjóð vilja við okkara universitetsvirksemi, sum gevur ein greiðan og málrættaðan leist fyri, hvørjar útbúgvingar verða raðfestar á Setrinum. Fyri at hetta kann gerast so skynsamt sum gjørligt, skulu karmarnir fyri framtíðarvirksemið hjá Setrinum verða meira greiðir, har leiðslan á Setrinum veit, hvørjar upphæddir eru settar av til virksemið í nøkur áramál fram, sum best kann náast við einari langtíðar fíggjarætlan.

Við lestrarkvøðu

Meginfelag Føroyskra Studenta

Permalink


Viewing all articles
Browse latest Browse all 78


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>