
Kvota 2 er møguleikin hjá teimum, har miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott ella har umsøkjari hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Tá verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.
Í hesum sambandi verður skipað fyri kunning um útbúgvingarnar. Byrjað verður í Suðri, har kunning verður komandi hósdag 21. februar á Miðnámsskúlanum í Hovi. Um dagin verður kunning fyri næmingum á Miðnámsskúlanum og um kvøldið kl 19 verður almenn kunning fyriskipað á sama staði kl 19. Her fáa fólk høvi at hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum til heystar.
Les meira her