
Í samband við útgávuna av lestrarblaðnum Fjølnir 2019 søkir Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) eftir rættlesara. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 1. februar 2019.
UM FJØLNIR
Fjølnir er eitt lestarblað, sum bjóðar lesaranum ein glugga inn í gerandisdagin hjá lesandi í Føroyum og úti í heimi. Umframt greinar um føroysk lesandi, veitir Fjølnir innlit í sosiala og politiska virksemi hjá MFS. Blaðið er ætlað lesandi og miðnámsskúlanæmingum umframt politikarum og øðrum, sum eru áhugað í viðurskiftunum hjá føroyskum lesandi. Blaðið er ókeypis og finst í pappírsútgávu og teldutøkari útgávu á mfs.fo/blod/.
UPPGÁVUR
Sum rættlesari er tín uppgáva at rættlesa og veita málsliga ráðgeving, um tørvur er á tí. Tú kemur at samstarva við Fjølnir-redaktiónina, sum er mannað av sjálvbodnum lesandi.
FØRLEIKAR
Tú ert undir hægri lestri.
Tú ert stinn/ur í føroyskum máli.
Ynskiligt er, at tú lesur føroyskt á í minsta lagi 3. lestrarhálvu.
SETANARVIÐURSKIFTI
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv. Tú tekur við starvinum skjótast gjørligt, og starvstíðin er av 1. februar 2019. Samlaða lønin fyri arbeiðið er 5000 kr.
UMSÓKN
Umsókn og CV skal sendast til mfs@mfs.fo í seinasta lagi 19.oktober 2018.
MEIRA FÆST AT VITA
við at senda teldupost til mfs@mfs.fo ella ringja til skrivstovuna tlf. 737080.