Í farnu viku varð borið fram í Degi og Viku, at lesandi foreldur við maka føla seg gloymdan, tí at tey ikki fáa lestrarstuðul tann 12. mánaðin. Hóast hetta er skiljandi, hava vit í MFS eitt annað sjónarmið til málið.
Við uppskotinum, sum MFS hevur fingið til hoyringar, og sum eisini varð lagt fram í Løgtinginum, eru fleiri broytingar í lestrarstuðlinum fyri framman, og hetta er einans fyrsta stigið í einari trý ára ætlan. Vit mettu tá – og gera enn – at best hevði verið, um øll fingu stuðul í 12 mánaðar um árið.
Tað eru fleiri viðurskifti, ið vit meta, tørva ábøtur, tá tað snýr seg um lestrarstuðulin. Tó er tað so, at neyðugt er at byrja onkrastaðni. Skal onkur veljast fram um, so er bólkurin við støkum uppihaldarum tann bólkurin av lesandi, ið hevur mest tørv á at fáa lestrarstuðul 12 mánaðir um árið. Tí taka vit undir við uppskotinum.
Er tú stakur uppihaldari, ert tú einsamøll/einsamallur um barnið/børnini. Tað merkir, at tá dagstovnarnir steingja 3 vikur um summarið, ber ikki til at fara til arbeiðis, uttan so at mann fær onkran annan at traðka til, sum als ikki kann takast sum eina sjálvfylgju.
Viðmerkjast skal eisini, at vit í MFS meta, at øll – eisini lesandi – hava rætt til at halda summarfrí. Hetta lyfti hava vit fingið frá Landsstýrinum, og hetta fara vit áhaldandi at arbeiða fram ímóti.
Vit í MFS eru sera fegin um, at Landsstýrið og Løgtingið vilja betra um støðuna hjá føroyskum lesandi í Føroyum – hesum hevur tørvur verið á leingi!
Vit stuðla tí uppskotinum úr Mentamálaráðnum, og samstundis taka vit tey uppá orðið, tá ið tey hava lovað okkum stuðul 12 mánaðir um árið.
Torstein Jóhannes Fríðfinsson
Formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta
Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður