Tað kom óvart á okkum í MFS, nú vit hugdu álitið hjá Fíggjarnevndini ígjøgnum, at Fíggjarnevndin hevur tikið eina heila millión frá Fróðskaparsetrinum.
Tað eru nógv fleiri, sum seinastu árini eru farin undir hægri lestur í Føroyum, og nýggjar útbúgvingar eru settar á stovn á Setrinum.
Hetta er ein jalig gongd, sum má halda fram, men tað, sum Fíggjarnevndin nú ger, er at siga við ung: Vit vilja ikki hava tykkum her, farið onkra aðrastaðni og útbúgvið tykkum. Tí tað er ongin ivi um, at tá Setrið verður niðurraðfest við eini heilari millión frá upprunauppskotinum, so fer tað at merkjast og er eitt týðiligt tekin til tey ungu.
Vit í MFS kunnu ikki ímynda okkum, at tann samgongan, sum nú situr, fer at taka undir við ætlanini hjá Fíggjarnevndini um at niðurraðfesta Setrið við einari heilari millión. Allir flokkar í samgonguni fóru til val uppá at uppraðfesta hægri lesnað, men samtykkir samgongan tað, sum fíggjarnevndin mælir til, so vóru hetta bert føgur orð, sigur Torstein Jóhannes Fríðfinsson, og tað eru vit vónbrotin av.
MFS heitir inniliga á samgonguna um at taka um endan, og fáa málið á beint aftur, so Fróðskaparsetrið fær neyðugu raðfestingina, so ung framvegis fara at velja Føroyar.
Vegna MFS
Torstein Jóhannes Fríðfinsson
Formaður í MFS