Quantcast
Channel: Tíðindi - MFS
Viewing all articles
Browse latest Browse all 78

KOM OG FANGA OKKUM

$
0
0
Kom og fanga okkum.jpg

Vilt tú fanga arbeiðsgevaran og hava møguleika at fáa eitt lestrarstarv, summarstarv ella samstarv um eina verkætlan? MFS skipar fyri einari ráðstevnu á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn tann 21. apríl.

Áhugin fyri ráðstevnuni hevur verið stórur, og á leið 23 fyritøkur koma við til ráðstevnuna. Tað eru bæði fyritøkur og stovnar innan tað almenna og innan privatu vinnuna. Vit hava lagt okkum eftir at hava okkurt til allar málbólkar, so tú sum lesandi kanst fanga tey røttu fólkini. Endamálið við tiltakinum er at lata upp fyri samskifti og samstarvi millum lesandi, fyritøkur og stovnar, ið hava tilknýti til Føroyar. 

Tað er eingin loyna, at tann føroyski arbeiðsmarknaðurin og føroyska samfelagið eru í menning, og nógv verður gjørt fyri at fáa fólk at flyta heim eftir loknan lesnað. Sostatt er endamálið við ráðstevnuni at samantvinna lesandi í Danmark við arbeiðsmarknaðin fyri at tryggja áhaldandi menning og vøkstur í samfelagnum. 

Komið við á Norðuratlants Bryggjuna 21. apríl og møt arbeiðsmarknaðinum! Tú fært sum lesandi eitt upplagt høvi at gera vart við teg, og tú fært møguleika at finna júst tað rætta samstarvið. 

Kom og fanga arbeiðsgevaran! 

Skráin:

Kl. 11.00 : MFS bjóðar vælkomin

Kl. 11.05 : Løgmaður, Aksel V. Johannesen, setur ráðstevnina

Kl. 11.15-12.30 : Møguleiki fyri at taka CV mynd

Kl. 12.30-13.30 : Ábit

Kl. 13.00-13.30 : Elinborg Pálsdóttir spælir nøkur løg

Kl. 14.00 : Íblástur til umsókn og setanarsamrøðu við Bergtóra Høgnadóttir

Kl. 16.00 : Liðugt

Møguleiki verður at vinna ein flytiplatt frá Posta, virði á kr. 2.500, og 2 gávubrøv frá Atlantic Airways, virði á kr. 1.500.

Fyritøkur ið luttaka;
Almannaverkið
ALS
Articon
Atlantic Airways
Bank Nordik
Elektron
Formula
Fróðskaparsetrið
HEY
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Klaksvíkar Kommuna (Norðoyar Bú- og Heimatænasta)
Klintra
KVF
Landssjúkrahúsið
Landsverk
Posta
SEV
SMJ
Selmar Nielsen Arkitektar
TAKS
Tjóðveldi á Fólkatingi
Tórshavnar Kommuna
Uttanríkistænastan/UVMR/Føroysku Sendistovurnar


Viewing all articles
Browse latest Browse all 78


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>