Quantcast
Channel: Tíðindi - MFS
Viewing all articles
Browse latest Browse all 78

Vit hava tørv á fleiri lestrarstørvum

$
0
0
IMG_20170721_214040_584.jpg
”Tú lærir ikki av bókum. Tú lærir av at arbeiða.”

Lesandi og nýútbúgvin verða í tíð og ótíð løgd undir at ”onki duga”, tí tey bara hava sitið á reyvini og lisið. Vit kundu nýtt hetta høvið at greiða frá týdninginum av útbúgving, eitt nú hvussu útbúgving er lykilin til búskaparligan vøkstur og er grundarlagið fyri góðum kappingarføri, og ikki minst teir fólkaræðiligu, sosialu, mentanarligu og burðardyggu fyrimunirnar, ið fylgja við einum útbúgvnum fólki. Tað fara vit tó ikki. Vit fara í hesum umfarinum at geva fordómsfullu útsøgnum rætt – í hvussu so er fyri ein part. Vit ynskja at vísa á týdningin av lestrarviðkomandi størvum.

 

At sameina lesandi og arbeiðsmarknaðin

Starvslestur er ein partur av fleiri útbúgvingum. Dømi um hetta eru útbúgvingar so sum Verkfrøði, Læknavísind, Námsfrøði og Sálarfrøði. Starvslestur gevur tí lesandi møguleika at royna sínar fakligu førleikar í praksis og ikki minst at menna seg fakliga. Hetta er tí ein týðandi partur av menningini hjá tí lesandi, tí hetta bindur tann lesandi tíðliga við arbeiðsmarknaðin og gevur viðkomandi eina kenslu av, hvussu tað er at brúka sína vitan, innan tað fakið, ið tann lesandi hevur valt.

Fyritøkur ella stovnar fáa somuleiðis ágóðarnar av at hava starvslesandi, tí her er møguleiki at fáa arbeiðsmegi, ið er forvitin eftir læra, sum ofta tímur væl at arbeiða og kemur við ískoytum og nýggjum vinklum til arbeiðsuppgávurnar - og ikki minst, sum lættir um arbeiðsbyrðuna á arbeiðsplássinum. Hetta kann tí verða áhugavert bæði fyri tann lesandi og arbeiðsgevaran.

Tað er nógv, ið hava starvslestur sum ein part av sínari útbúgving, so eru tað hópin av útbúgvingum, har starvslestur ikki er ein kravdur partur av útbúgvingini. Dømi um hetta er Løgfrøði, Samfelagsfrøði, Búskaparfrøði og Samskifti. Tað er tó møguligt hjá fleiri av hesum av sínum eintingum at søkja um loyvi frá útbúgvingarstovninum at royna seg sum starvslesandi. Tá er tó umráðandi at tær fyritøkur og teir stovnar, ið bjóða út starvslestur, lýsa við tí.

Hóast starvslestur ikki er ein partur av útbúgvingini, eru tað fleiri, ið ynskja sær eitt starv, ið er viðkomandi fyri lesturin. Hetta eru tey, ið vit kenna sum lestrarstørv, ið fevna um 8-15 tímar um vikuna við síðuna av lesnaðinum. Eins og við starvslesnaðinum, kann lestrarstarvið tæna eitt gott endamál, tí hin lesandi fær royndir og møguleika at tvinna teori og praksis saman, og ikki minst ein fót innum á arbeiðsmarknaðin. Lestrarstørvini eru eisini við til at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá hinum starvsfólkunum á fyritøkuni ella stovninum, tí hin lesandi hjálpir til við bæði størri og smærri arbeiðsuppgávum, ið annars ikki eru tíð ella møguleiki til.

 

Hvat er munurin á starvslestri og einum lestrarstarvi?

Starvslestur:

- Starvslestur er ein møguleiki hjá fólki undir hægri lesnaði, at royna seg á arbeiðsmarknaðinum í nakrar mánaðar, sum ein part av útbúgvingini. Hin starvslesandi arbeiðir vanliga 30-40 tímar um vikuna í 3-6 mánaðar, og er vanliga ikki til undirvísing í hesum tíðarskeiði. Sum part av hesum, skal hin lesandi skriva eina frágreiðing í samband við útbúgvingina og fær somuleiðis góðskrivað ECTS. Tann lesandi fær lestrarstuðul, meðan viðkomandi er lesandi, og viðhvørt eina samsýning frá fyritøkuni ella stovninum, har tey eru starvslesandi, vanliga millum kr. 10.000 og kr. 20.000 fyri alt tíðarskeiðið. Lesandi í Danmark kunnu nú eisini fáa kr 3.000 í løn/samsýning um mánaðin við síðuna av SU.

Lestrarstarv:

- Í einum lestrarstarvi arbeiðir hin lesandi nakrar tímar um vikuna við síðuna av undirvísingini. Tað, sum eyðkennir hesi lestrarstørv, er at tey vanliga fevna um 8-15 tímar um vikuna, og uppgávurnar eru fakliga viðkomandi lesnaðinum. Hetta kann fevna um bæði størri og smærri uppgávur.

 

Fleiri møguleikar til føroysk lesandi

Vit hava størstu virðing fyri teimum, ið arbeiða ófaklærd størv. Hin lesandi hevur hinvegin tørv á at vera á einum arbeiðsplássi, ið á ein ella annan hátt gevur fakligt ískoyti til útbúgvingina. Hetta kemst ikki minst av, at tey flestu lesandi ikki hava nógvar pengar um hendi og studningurin ikki røkkur til allar útreitslunar, og tí kann tað verða eitt win-win hjá teimum lesandi at vinna sær nøkur eyka oyrir, samstundis sum ein fær nakað fakliga burtúr arbeiðinum. Hetta fevnir bæði um starvslestur og lestrarstøv.

Í Føroyum eru tað tey síðstu árini komin alsamt fleiri møguleikar til lesandi at arbeiða hjá einari fyritøku ella stovni sum starvslesandi, og hetta fegnast vit um. Her verður hugsað bæði um lesandi á hægri lestri í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands, ið fáa tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin.

Tó vilja vit eisini heita á føroyskar fyritøkur og stovnar at bjóða út lestrarstørv, ið eru 8-15 tímar um vikuna. Tað kennist fyri okkum ov lætt at einans bjóða út starvslestur, ið fyri tað mesta er óløntur. Lesandi hava eisini, eins og øll onnur, tørv á einum fíggjarligum rásarúmi.

Vit síggja fleiri og fleiri lestrarstørv í tí privatu vinnuni, men meta, at tað enn haltar í hjá tí almenna. Í londum rundan um okkum eru lesandi sett í starv í flestu almennu stovnum, og vit duga ikki at síggja, hví tað ikki skuldi borið til í Føroyum eisini.

 

Stimbra møguleikar til føroysk lesandi

Vit vilja ikki fara so langt sum at siga, at tey, ið ikki hava havt lestrarstarv ella hava verið í stravslestri, ikki hava røttu fakligu førleikarnar ella ikki “duga” at arbeiða, tí tað er ymiskt, hvussu fólk læra á besta hátt. Tó er tað ikki verri, at hava royndir frá arbeiðsmarknaðinum, tí tað kann geva nakrar fakligar fyrimunir í gerandisdegnum sum lesandi og kann brynja seg til arbeiðsmarknaðin í framtíðini.

 

 

KOM OG FANGA OKKUM

Komogfangaokkum.jpg

MFS hevur í longri tíð ynskt at varpa ljós á starvslestur og lestrarstørv, herímillum heita á fyritøkur og stovnar um at bjóða fleiri út. Tí skipa vit fyri ráðstevnu í Keypmannahavn leygardagin 21. apríl á Norðuratlantsbryggjuni, við heitinum: “Kom og fanga okkum”.

Á ráðstevnuni verður møguleiki hjá tí lesandi at fanga arbeiðsgevarar, ið á ein ella annan hátt hava føroyskt tilknýti. Hetta vil siga bæði úr Føroyum, í Danmark og uttanfyri Danmark. Á ráðstevnuni luttaka yvir 20 fyritøkur og stovnar, bæði innan tað almenna og innan privatu vinnuna. Vit hava lagt okkum eftir at hava okkurt til allar málbólkar, so tann lesandi og arbeiðsgevarin kann fanga tey røttu fólkini.

Endamálið við tiltakinum er at lata upp fyri samskifti og samstarvi millum lesandi, fyritøkur og stovnar, ið hava tilknýti til Føroyar og at samantvinna føroysk lesandi í Danmark við arbeiðsmarknaðin, fyri at tryggja áhaldandi menning og vøkstur í samfelagnum.

Ráðstevnan verður sett av Løgmanni, Aksel V. Johannesen, kl. 11. Síðan verður møguleiki allan dagin at ganga runt og heilsa uppá fyritøkurnar og stovarnar, ið luttaka á ráðstevnuni. Tað verður eisini møguleiki at taka CV myndir, fáa góð ráð um hvussu tú skrivar CV og umsókn, og hoyra Elinborg Pálsdóttir spæla nøkur løg. Øll sum luttaka hava møguleika at vera við í lutakastinum um 2 gávukort á kr 1500 frá Atlantic Airways og ein flytiplatt frá Posta.

 

Kom á ráðstevnuna 21. apríl á Norðuratlantsbryggjuni, og ger vart við teg, og hvør veit - møguliga finnir tú títt dreyma lestrarstarv, starvslestur ella íblástur til eitt samstarv um eina verkætlan við eina fyritøku.

 

Til ber at lesa meir um tiltakið á Facebook: ttps://www.facebook.com/events/2007776112876256/

 

Grein úr Sosialinum 18. apríl 2018


 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 78


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>