![]()
Til tess at varpa ljós á og at kunna um
viðurskiftini um grøna menning og útlát í Føroyum, skipaði MFS fyri tiltakinum
“Orka úr ódn og brimi” tann 17. mai,
á Norðurbryggju. Yvir 60 føroysk lesandi høvdu lagt leiðina framvið hetta
kvøldið.
Dentur var lagdur á, hvussu Føroyar kunnu minka um
CO2 útláti, og hvørjar møguleikar Føroyar hava fyri at menna um
grøna og bláa orku og roynt var at seta hetta kjakið í eina hægri samfelagsliga
raðfesting.
Samanumtikið
var lýst, at Føroyar hava síðan 2005 lækkað útlátið við 7 &, tó málini, ið
Føroyar hava sett sær eru at lækka útlátið við 20% í 2020. Umframt hesum, var
sagt at síðan 2009 hava Føroyar havt ein veðurlagspolitikk/vakstrarhúspolitikk,
ið hevur til endamáls at lækka um vakstrarhúsgassini, men higartil hevur tað
ikki havt úrslit við sær, tí útlátið var hægri í 2012 enn 2009.
Føroyar
eru eitt lítið land, og útlátið er í hægra lagi lutfalsliga til íbúgvatalið.
Hetta kemst millum annað av fiskiflotanum, ið letur út 37% av samlaða útlátinum
av CO² í Føroyum, og fiskaídnaðinum, ið brúkar 37% av samlaðu lívrunnu nýtsluni
í Føroyum.
Eisini
var nevnt, at stór frammgongd hevur verið á el-økinum, og at um fyritreytinar
halda, so ber til at náa í 202einar Føroyar, har 70% av el-framleiðsluni stavar
av varðandi .
Tiltakið
var lagt til rættis soleiðis, at framløgur vóru at hoyra frá teimum ymsu umboðunum
fyri framtaksfeløgini og Vinnumálaráðið, millum hesu umboð taldu;
Suni
Petersen fyri Umhvørvisstovuna
Meinhard
Eliasen fyri Jarðfeingi
Terji
Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari hjá SEV
Johan Dahl, Landsstýriðsmaður
í vinnumálum
Tá liðugt var at leggja fram hjá umboðunum, var
skipað fyri einum pallborðs fundi, har áskoðarar settu áhugaverdar spurningar,
umframt at umboðini sluppu at útdýpa seg eitt sindur meiri. Eirikur Sanderson
og Marjun Lindarstein vóru orðstýrarar.
Framløgurnar vóru tiknar á band, og vit vóna, at tær
vera klárar at leggja út her á heimasíðuna fyrsta dagin.