Ætlanirnar hjá landsstýrinum viðvíkjandi barsils- og ALS skipanini eru góðar. Tað var gott at hoyra løgmann siga, at samgongan vil arbeiða fyri, at lesandi skulu kunna fáa úr ALS skipanini, meðan tey leita eftir arbeiði, og at barsilsskipanin skal geva lesandi nakað av peningi. Hetta eru ætlanir, sum veruliga kunnu gera lívið lættari hjá teimum, sum vilja búgva í Føroyum.
Tøkk til Johan Dahl
Tað eru nógv ár síðani, at MFS fyrstu ferð vísti á, at tað er ein trupulleiki, at lesandi ikki kunnu fáa nakra veiting, tá tey seta búgv í Føroyum. Serliga hjá teimum, sum búgva uttanfyri Føroyar, er tað ótrúliga torført at hava eitt arbeiði klárt, tá ein kemur heim. Arbeiðsgevarar vilja tosa við fólk. Teir vilja kenna tey, vita at teir kunnu líta á tey, og fáa eitt opið prát. Tað riggar heilt einfalt ikki líka væl at tosa gjøgnum eina telefon ella Skype. Skal ein byrja sítt egna í Føroyum, tekur tað eisini tíð. Hevur ein familju, ella vil ein bara liva onkra aðrastaðni enn heima hjá foreldrunum (um foreldrini eru væl fyri), so er tað heilt einfalt ótrygt at flyta til Føroyar sum er, tí hvussu skulu vit fáa mat á borðið? Í Danmark er trygd og ein kann tosa við arbeiðsgevarar andlit til andlits. Tí er støðan í løtuni serstakliga kappingaravlegandi, og ein skal antin hava eitt arbeiði ella raðfesta Føroyar óvanliga høgt, fyri at flyta heim.
Finna ALS og landsstýrið hinvegin fram til eina loysn, sum ger so at føroysk lesandi fáa pening úr ALS – bara í nakrar mánaðir, um ikki annað – so gerst alt so nógv lættari. Arbeiðsloysið er lægri í Føroyum, nógv hava familju her og tað er tryggari hjá børnum. Tað er so ótrúliga nógv, sum talar fyri, at vit sum lesandi vilja flyta til Føroya, at tað er synd, at fíggjarliga støðan hjá familjum skal forða lesandi at flyta heim. Tí vilja vit serliga takka Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, at hann hevur arbeitt so nógv fyri, at lesandi skulu fáa eitt gjald í eina tíð, tá tey flyta heim. Somuleiðis vilja vit takka honum, at hann hevur hugsað um tey lesandi, tá hann kom við uppskotinum at betra barsilsskipanina. Tað er helst óneyðugt at siga fólki, hvussu fíggjarliga tungt tað kann vera at fáa børn, og tá eru eini 4.000 kr,- um mánaðin í lestrarstudningi ikki nóg mikið.
Arbeiða á fleiri frontum
Løgtingslimurin fyri Fólkaflokkin, Hanus Samró, hevur verið úti og sagt, at hann heldur at MFS og Vinnumálaráðið eiga at arbeiða meira við Jobmatch, heldur enn at fáa lesandi uppí ALS. Løgtingslimurin noyðist als ikki at vera stúrin á hesum økinum. Eingin lesandi tímir at lesa í 3, 5 ella enntá 8 ár, fyri síðani at koma í ALS. Tvørturímóti er tað so, at næstan øll eru lestrartroytt móti endanum, og bara gleða seg til at sleppa at arbeiða. ALS skal heldur ikki vera ein varandi inntøka. Tað skal bara vera ein fyribils veiting, sum hjálpir familjum og einstaklingum at líka finna eitt stað at búgva, og fáa mat í munnin, meðan tey leita eftir arbeiði. Tað er hóast alt torført at búgva í einum landi, um ein ikki kann geva børnunum hjá sær tak yvir høvdið og mat.
Jobmatch arbeiða vit eisini óført við. Tað eru tíggjutals fólk í MFS, sum næstan øll arbeiða sjálvboðið, fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum lesandi. So vit hava orku og fólk, til at bæði arbeiða fyri Jobmatch og øðrum evnum. Vit arbeiða t.d. eisini fyri, at studningurin og at barnastudningurin til lesandi í Føroyum skal hækkast. Skipanin í Føroyum má ikki vera eitt minus, tá fólk gera av, hvørt tey skulu lesa í Føroyum ella uttanlands. Tí Føroyar hava brúk fyri lesandi, og nógv okkara vilja búgva her, og vera við til at gera Føroyar betri. Lesandi eru ein inntøka. Bæði mentanarliga, sosialt og fíggjarliga eru lesandi ein inntøka, ikki ein útreiðsla.
Tí er tað at vit í MFS gleðast so nógv yvir, at tiltøk eru komin og byrja at koma uppá beinini, sum vísa at Føroyar eisini vilja hava tey lesandi. Jobmatch, ætlanirnar hjá landsstýrininum viðvíkjandi ALS og barsilsskipan, leinkjan.fo, “Vit velja Føroyar” tiltakið og so framvegis. Hetta er alt tílíkt, sum lesandi hava ynskt sær í longri tíð, og tað ger tað so nógv lættari hjá okkum at siga, at vit VILJA búgva í Føroyum.
Vegna Meginfelag Føroyskra Studenta,
Regin Berg, formaður