Quantcast
Channel: Tíðindi - MFS
Viewing all 78 articles
Browse latest View live

Nýggja Ráðið: Ætla at vera sjónlig í føroyska lestrarlívinum!

$
0
0

Meginfelag Føroyskra Studenta hevði hóskvøldið aðalfund í Reinsarínum í Havn. Á aðalfundinum vórðu ellivu fólk vald í nýggja ráðið hjá MFS, har fimm av teimum vóru nývald.

Fundurin byrjaði við, at virkandi formaðurin, Torstein Jóhannes Fríðfinsson, greiddi frá gongdini seinasta árið. Síðani komu landstýriskvinnan, Kristina Háfoss, og fyrrverandi forkvinnan í MFS, Katrin Apol, at greiða frá teirra tíð í MFS, og hvønn týdning MFS hevði havt fyri tær persónliga, bæði undir og eftir lesnað. Eisini spældi Høgni Lisberg nøkur løg.

Nýggja ráðið í MFS, sum savnaðist eftir fundin hóskvøldið, hevur sett sær fimm økir, sum tey ætla at arbeiða við tað komandi árið.

Tey fimm økini eru:

  • At leggja trýst á politisku myndugleikarnar um at koma við einari langtíðarætlan fyri føroyska lestrarstuðulin.
  • At virka fyri at fleiri lestrarstørv verða í Føroyum.
  • At tað skulu koma fleiri lestraríbúðir í Føroyum.
  • At gera tað lættari hjá føroyskum útisetum at skráseta seg til løgtingsval, og at styrkja um samstarvið við onnur norðurlendsk lestrarfeløg.
  • At skipa eina sterka nevnd, sum fer at vera sjónlig í føroyska lestrarlívinum.

Nýggja ráðið hjá MFS:
Torstein J. Fríðfinsson, formaður
Lív E. Olsen, næstforkvinna
Katrin Fríða Jógvansdóttir, skrivari
Poula Lassen, kassameistari
Bárður Clementsen - ráðslimur
Anne M. Hansen - ráðslimur
Linda Klein - ráðslimur
Helena Jørmundsson - ráðslimur
Terji Beder - ráðslimur
Guðrun Durhuus - ráðslimur
Guðrun Jacobsen - ráðslimur

Tiltakslimir vórðu vald Marjun Lindarstein og Eirikur Sanderson. 

IMG_1728.jpg
IMG_1729.jpg
IMG_1736.jpg
IMG_1737.jpg

Kvøldarskráin til "Markleys Útbúgving 2016"

$
0
0

So er "Markleys Útbúgving" aftur á skránni. Tað verður sum vant í Norðurlandahúsinum, har fyrraparturin er settur av til miðnámsskúlanæmingar, meðan tað um kvøldið verður opið fyri almenninginum. 

MFS samstarvar við Altjóða Skrivstovuni (ASK), Setrið og Lestrarvegleiðarafelagið um at geva teimum, ið ætla at lesa víðari útbúgving, eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving. Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir inspiratión og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.

Tiltakið bjóðar felags fyrilestrar, og møguleiki verður eisini fyri at tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri útbúgvingarstovnum í serligum básum. Í básunum verða umboð frá føroyskum útbúgvingarstovnum, umboð úr norðurlondunum og øðrum londum í og uttan fyri Europa. Talan verður um bæði føroyskar og útlendskar vegleiðarar. Harumframt luttaka føroysk núverandi og fyrrverandi lesandi at geva góð ráð til framtíðarlesandi.

Markleys Útbúgving: Eftirmetingarskjal

Tíðindaskriv: Føroyanevndin endurstovnað!

$
0
0
MFS_aðalfundur_fb_cover_2016.png

Mikukvøldið 28. sep 2016 var aðalfundur hjá Føroyanevndini hjá MFS. Fundurin byrjaði við einari formansfrágreiðing frá formanninum í ráðnum hjá MFS, um hvat MFS er, og hvør gongdin hevur verið tað síðsta árið. Síðan varð nýggj nevnd vald. Nevndin setti sær fyri at arbeiða miðvíst fyri at betra um lestrarumstøðurnar hjá lesandi í Føroyum og eisini at skipa fyri spennandi tiltøkum ta komandi tíðina.

Vit í MFS eru spent at síggja, hvat Føroyanevndin fer at takast við og um tú eisini hevur áhugað í at fylgja við virkseminum, kanst tú finna okkum á Facebook, á heimasíðuni og á instagram sum MFStudenta.

Nevndin: 
• Formaður: Bárður Clemementsen
• Næstformaður: Hervør Pálsdóttir
• Skrivari: Barbara Gaardlykke Apol
• Kassameistari: Tór Marni Weihe
• Miðlafólk/myndafólk: Linda Klein
• Anne Melchior Hansen
• Tráin Petursson Nónklett
• Torstein Jóhannes Fríðfinsson
• Guðrun Jacobsen
• Katrin Fríða Jógvandsóttir

Fjølnir 2016 nú eisini tøkt á netinum

$
0
0

So er nýggja Fjølnir-blaðið fyri 2016 eisini tøkt á netinum. Í blaðnum kanst tú millum annað lesa um, hvussu tað er at vera stakur forsyrgjari í Føroyum, nýggju skrivstovuna hjá MFS, hugleiðingar frá føroyskum lesandi bæði í Føroyum og í útheiminum, umframt at fleiri kendir føroyingar greiða frá um teirra lívsleið eftir loknan lestnað. Og sjálvandi hava vit eisini síður um lestrarhjálp!

Les nýggja blaðið her:

Lesarabræv: Lestrarstuðul til øll alt árið!

$
0
0

Í farnu viku varð borið fram í Degi og Viku, at lesandi foreldur við maka føla seg gloymdan, tí at tey ikki fáa lestrarstuðul tann 12. mánaðin. Hóast hetta er skiljandi, hava vit í MFS eitt annað sjónarmið til málið.

Við uppskotinum, sum MFS hevur fingið til hoyringar, og sum eisini varð lagt fram í Løgtinginum, eru fleiri broytingar í lestrarstuðlinum fyri framman, og hetta er einans fyrsta stigið í einari trý ára ætlan. Vit mettu tá – og gera enn – at best hevði verið, um øll fingu stuðul í 12 mánaðar um árið.

Tað eru fleiri viðurskifti, ið vit meta, tørva ábøtur, tá tað snýr seg um lestrarstuðulin. Tó er tað so, at neyðugt er at byrja onkrastaðni. Skal onkur veljast fram um, so er bólkurin við støkum uppihaldarum tann bólkurin av lesandi, ið hevur mest tørv á at fáa lestrarstuðul 12 mánaðir um árið. Tí taka vit undir við uppskotinum.

Er tú stakur uppihaldari, ert tú einsamøll/einsamallur um barnið/børnini. Tað merkir, at tá dagstovnarnir steingja 3 vikur um summarið, ber ikki til at fara til arbeiðis, uttan so at mann fær onkran annan at traðka til, sum als ikki kann takast sum eina sjálvfylgju.

Viðmerkjast skal eisini, at vit í MFS meta, at øll – eisini lesandi – hava rætt til at halda summarfrí. Hetta lyfti hava vit fingið frá Landsstýrinum, og hetta fara vit áhaldandi at arbeiða fram ímóti.

Vit í MFS eru sera fegin um, at Landsstýrið og Løgtingið vilja betra um støðuna hjá føroyskum lesandi í Føroyum – hesum hevur tørvur verið á leingi!

Vit stuðla tí uppskotinum úr Mentamálaráðnum, og samstundis taka vit tey uppá orðið, tá ið tey hava lovað okkum stuðul 12 mánaðir um árið.
 

Torstein Jóhannes Fríðfinsson
Formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta

Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður

Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður

Raðfesting av útbúgvingum bert orð

$
0
0

Tað kom óvart á okkum í MFS, nú vit hugdu álitið hjá Fíggjarnevndini ígjøgnum, at Fíggjarnevndin hevur tikið eina heila millión frá Fróðskaparsetrinum.

Tað eru nógv fleiri, sum seinastu árini eru farin undir hægri lestur í Føroyum, og nýggjar útbúgvingar eru settar á stovn á Setrinum.

Hetta er ein jalig gongd, sum má halda fram, men tað, sum Fíggjarnevndin nú ger, er at siga við ung: Vit vilja ikki hava tykkum her, farið onkra aðrastaðni og útbúgvið tykkum. Tí tað er ongin ivi um, at tá Setrið verður niðurraðfest við eini heilari millión frá upprunauppskotinum, so fer tað at merkjast og er eitt týðiligt tekin til tey ungu.

Vit í MFS kunnu ikki ímynda okkum, at tann samgongan, sum nú situr, fer at taka undir við ætlanini hjá Fíggjarnevndini um at niðurraðfesta Setrið við einari heilari millión. Allir flokkar í samgonguni fóru til val uppá at uppraðfesta hægri lesnað, men samtykkir samgongan tað, sum fíggjarnevndin mælir til, so vóru hetta bert føgur orð, sigur Torstein Jóhannes Fríðfinsson, og tað eru vit vónbrotin av.

MFS heitir inniliga á samgonguna um at taka um endan, og fáa málið á beint aftur, so Fróðskaparsetrið fær neyðugu raðfestingina, so ung framvegis fara at velja Føroyar.

Vegna MFS
Torstein Jóhannes Fríðfinsson
Formaður í MFS

Stúgvandi full Smæra til "Fiskivinna for dummies"

$
0
0

Mikukvøldið 1. mars skipaði Føroyanevndin hjá MFS fyri fiskivinnutiltakinum “Fiskivinna for dummies”, sum varð hildið í Smæruni.
 Byrjað varð við eini framløgu frá Johnny í Grótinum, ið greiddi grundleggjandi frá um fiskvinnuna. Eftir hetta var pallborðskjak við Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskimálum, Hanusi Hansen, reiðara, Jóannesi Jacobsen, búskaparfrøðingi, og Magna Laksafoss, tingmanni fyri Sambandsflokkin. Djóni Højgaard stýrdi kjakinum.
Hetta tiltakið eydnaðist serstakliga væl, og tað er Føroyanevndin glað um. Á leið 150 fólk møttu upp til tiltakið. Vit gleðast um at so stórur áhugi varð vístur tiltakinum.
Eisini kunnu vit staðfesta, at pástandurin um, at ungdómurin einki leggur í fiskivinnuna og samfelagsviðurskifti, er ein myta ;)

Um tú ikki náddi at koma til tiltakið, so ber til at síggja filmsbrot av tiltakinum her:

DSC_0575.JPG
DSC_0589.JPG
DSC_0597.JPG
DSC_0603.JPG
DSC_0626.JPG
DSC_0639.JPG
DSC_0651.JPG
DSC_0658.JPG
DSC_0662.JPG
DSC_0669.JPG
DSC_0685.JPG
DSC_0701.JPG
DSC_0708.JPG
DSC_0725.JPG
DSC_0741.JPG
DSC_0746.JPG

Aðalfundur 2017

$
0
0

Mikudagin 26. juli heldur Meginfelag Føroyskra Studenta aðalfund.

Seinasta árið er nógv hent á lestrarøkinum í Føroyum – millum annað er lestrarstuðulin hækkaður og gongd er komin á at byggja lestraríbúðir. Hetta fegnast MFS um.

Tað er eisini í hesum sambandi, at MFS bjóðar øllum áhugaðum at koma við á vitjan uppi í lestraríbúðum í Finsen. Hetta verður aftaná aðalfundin hjá felagnum.

Aðalfundurin verður í Perluni í Tórsgøtu í morgin kl. 16.00. Á fundinum fer at verða greitt frá virksemi felagsins og nýggj mál fyri komandi árið skulu setast. Núsitandi Ráð mælir øllum lesandi til at luttaka til aðalfundin og bjóða seg fram til uppstilling til Ráðið.

Okkurt gott til góman verður eisini at fáa.

Eftir aðalfundin gongur leiðan niðan í gamla kommunuskúlan, har rundvísing verður.Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ráðið, Keypmannahavnarnevndin og Føroyanevndin hjá MFS úti í Koltri, summar 2017

Ráðið, Keypmannahavnarnevndin og Føroyanevndin hjá MFS úti í Koltri, summar 2017

Pisudagar 2017

$
0
0

Aftur í ár skipar MFS, í samstarvi við Betri og Altjóða Skrivstovuna (ASK), fyri Pisudøgum fyri teg, ið fer uttanlands at lesa.

Pisudagar er eitt afturvendandi tiltak fyri teg, ið fer uttanlands at lesa, soleiðis at tú kanst fáa svar uppá tínar spurningar, fáa góð ráð frá ymsum serkønum, og høvið at tosa við onnur ung, ið eru í somu støðu sum tú. Endamálið er, at tú fært eina betri lestrarbyrjan.

“Hetta er 10. árið á rað, at vit, ASK og Betri skipa fyri Pisudøgum. Hetta tí at vit síggja at tiltakið er sera vælumtøkt, vit hava havt fult hús øll árini, afturmeldingarnar eru sera góðar, og vit uppliva, at hetta veruliga ger ein mun hjá teimum sum luttaka.

Fyri at feira, at hetta er 10 árið á rað, at vit opna dyrnar fyri ungum føroyskum pisum, hava vit í ár valt at hava eina kapping um ein lestrarpakka millum øll tey sum luttaka. Lestrarpakkin er ein Adidas ryggsekkur við eini MacBook Air og einum SVEIGGJ Ferðaseðli.” sigur Helena Jørmundsson, forkvinna í MFS.

Tiltakið byrjar við nøkrum kunnandi og viðkomandi framløgum. Aftaná framløgurnar verður farið í bólkar alt eftir hvar ein ætlar sær at lesa. Eitt MFS-umboð, sum longu lesur í tí økinum, fylgir við. So verður høvið at tosa við onnur, ið eisini eru á veg til sama lestrarbý, umframt at møguleiki verður at tosa við onkran, ið longu býr har og sum kann geva nøkur ráð og svara spurningum. Sjálvandi verður eisini høvið at mingla og okkurt gott til góman verður eisini. Harafturat koma Danny and the Veetos-trio at spæla nøkur løg!

Pisudagarnir 2017 verða hildnir bæði á deildini hjá Betri í Saltangará hin 1. august kl. 19 og á Ungdómsdeildini hjá Betri í miðbýnum í Havn 2. august kl. 19.

Skrá:

·       Umboð fyri MFS greiða frá um lestrarlívið og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

·       Betri ráð um fíggjarlig viðurskifti, ið tú eigur at hugsa um sum lesandi, m.a. Nemkontu, NemID, Fíggjarætlan, Lestrarkreditt og Betri legat

·       Morid Jacobsen, ið dagliga starvast á ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti

·       Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftan á at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan

·       Umboð fyri Atlantic Airways greiðir frá fyrimunum og treytum við Sveiggj ferðaseðlum, soleiðis at tú kanst flúgva fyri serprís meðan tú ert lesandi. Eisini fer AA at burturluta ein Sveiggj ferðaseðil í Saltangará og ein í Havn.

·       Eftir framløgurnar fara luttakarnir í bólkar, alt eftir hvar tey fara at lesa. Eitt umboð fyri MFS fylgir við út í hvønn bólk. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar.

·       At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman til góðar tónar frá Danny & The veetos - Trio 

·       Eisini verða kappingar, har tú kanst vinna Sveiggj ferðaseðlar, og vera við í kappingini um ein Betri-Lestrarpakka, sum er ein Adidas ryggsekkur við eini teldu og einum Sveiggj ferðaseðli

Fjølnir 2017 er útkomið!

$
0
0

So var Fjølnir fyri lestrarárið 2017-2018 klárt - bæði í pretaðari og talgildari útgávu. Í blaðnum hesuferð kanst tú millum annað lesa um hvussu ymisk lesandi knýta lestnaðin saman við vinnulívinum, um tað var vera lesandi uttanlanda og í Føroyum, finna lestrarvegleiðing og so sjálvandi eisini um MFS. 

Les blaðið her

Eftirmeting

Nýggj nevnd í Keypmannahavn

$
0
0

Mikukvøldið 6. septembur 2017 hevði nevndin hjá MFS í Keypmannahavn aðalfund. Á skránni var framløga um MFS og virksemi hjá nevndini og síðan var nevndarval.

Hesi vóru vald í nevndina: 
Niðast frá vinstru: Eirikur Sanderson, Helena Jørmundsson, Katrin Fríða Jógvansdóttir (forkvinna), Elsa Jónsdóttir Johansen(næstforkvinna), Tummas J. Danielsen, Eva H. Aanesen, Margreta Petersen, Emil Biskupstø (kassameistari), Borgný S. Hansen, Brim H. Hoydal (skrivari), Guðrun Durhuus, Kristianna Dal Christiansen, Poula Lassen.

Ikki á myndini: Bjørg Josephsen, Lív Egilsdóttir Olsen, Ragnhild í Haraldsstovu, Elin Sofía V. á Tjaldrafløtti, Guðrun Jacobsen, Silja Joensen, Vár E. Broca, og Torstein J. Fríðfinsson.

Keypmannahavnarnevndin 2017:18.jpg

Útbúgving er ein íløga - ikki ein útreiðsla!

$
0
0

Tíðindaskriv 4. oktobur 2017

Gleðisboð vóru at frætta 29. septembur 2017, tá ið samgongan legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 fram - nú skulu lesandi í Føroyum eisini fáa lestrarstuðul tann 12. mánaðan. Hetta eru vit í MFS sera fegin um, tí hetta er ein broyting, ið hevur verið harðliga tiltrongd í nógv ár.

Retorikkurin og hugburðurin hjá nøkrum politikkarum hevur í alt ov langa tíð verið, at tey lesandi bara kunnu arbeiða tann 12. mánaðin. Vit kunnu í hesum sambandi seta spurnartekin við, um hesir politikkararnir somuleiðis bara skuldu fingið løn í 11 mánaðar og síðan arbeitt tann 12. fyri at tjena sær nøkur oyru. Hetta er ikki ein haldgóður retorikkur ella hugburður at hava. Hetta vísir týðiliga, at man hvørki virðir tað arbeiðið, lesnaðurin krevur, ella tey lesandi.

Við at veita lesandi stuðul í 12 mánaðir er politiska skipanin við til at geva teimum lesandi møguleikan til at hava eitt virðiligt lestrarlív. At vera undir hægri lesnað er eitt fulltíðaryrki, sum eigur at verða mett sum eitt fulltíðaryrki, og tí eigur lestrarstuðul fulla tíð sjálvsagt at fylgja við. Hetta er samstundis við til at gera, at Føroyar kemur eitt fet nærri ætlanini at gerast eitt kappingarført útbúgvingarland.

 

Føroyar vilja útbúgva fólk fyri kr. 1500 um árið

Samstundis sum lesandi í Føroyum fáa meira í stuðli, so eru tað tey lesandi uttanfyri Føroyar, sum skulu gjalda fyri tað - Landsstýrið hevur nevniliga avgjørt at lækka ferðastudningin til føroysk lesandi uttanlands við kr. 900. Hetta tykist at vera ein framhaldandi niðurraðfesting av føroyskum lesandi uttanlands, tí hesin ferðastudningur hevur í fleiri umførum verið skerdur - úr kr. 4800 niður í kr. 2400 og nú kr. 1500. Og hesaferð er tað ikki tí, at landið ikki hevur ráð at veita hann, men tí marknaðurin er broyttur. Bíligu ungdómsferðaseðlarnir hava staðið okkum í boði í minni enn eitt ár.  Marknaðurin broytist í heilum og hvør veit, um ferðaprísurin er tann sami um eitt ella tvey ár? Kunnu vit tá aftur vænta, at ferðastudningurin fer at hækka? Hetta loyva vit okkum at ivast í, tí tað verður ikki lagt upp til fylgjandi eftirmetingar av skerjingini og tess samsvar við marknaðin. Nei, málið snýr seg í hesum førinum ikki um, hvørs man hevur ráð ella ikki, men um vantandi politiska raðfesting. Er tað veruliga so, at Landsstýrið ikki kann raðfesta lesandi í Føroyum uttan at niðurraðfesta føroysk lesandi uttanlands? Talan er her, í hvussu so er ikki um eina uppraðfesting, men heldur eina umlegging.

Endamálið við ferðastudninginum er at fáa føroyingar, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, at koma heim til Føroyar aftur eftir loknan lesnað. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga soleiðis, at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya. Á henda hátt verður tilknýtið til móðurlandið varðveitt, og sannlíkindini fyri at fólk flyta heim aftur økt. Men vil man nú, aftaná at hava havt tilflyting í eitt ella tvey ár, veruliga siga, at man er so tryggur, at man vil niðurraðfesta tann fíggjarliga stuðulin til tey lesandi uttanlands til at koma heim at vitja undir lesnaðinum?

Vit undrast á, at Landsstýrið, heldur enn at fegnast um, at ferðaprísurin er farin niður, og at studningurin røkkur til næstan tvær ferðir heim um árið, velur at skerja ferðastudningin og soleiðis tvíhalda um, at studningurin bara skal røkka til eina ferð heim. Hetta uttan nakra trygd um víðari marknaðartillaging, um ferðastuðulin seinni ikki røkkur til tað einu ferðina. Hetta er, í hvussu so er, ikki við til at styrkja tilknýtið til Føroyar.
 

Hvat við at prístalsviðgera lestrarstuðulin?

Nú Landsstýrið er upptikið við at prístalsviðgera ferðastudningin eftir marknaðarprísinum, hví so ikki taka hesa prístalsviðgerina meir í álvara og fara undir hesa somu dagføring við eitt nú lestrarstuðlinum til lesandi í Føroyum soleiðis, at lesandi kunnu hava ráð til at røkja lesnaðin fulla tíð? Tað er ongin loyna, at lesandi í Føroyum noyðast at arbeiða viðsíðurnar av lesnaðinum fyri eitt nú at gjalda fyri bústað og uppihald, og tey virka tí uppá ongan máta undir ideellum viðurskiftum, har lesnaðurin kann fáa tað raðfesting, hann eigur at fáa. Ein verulig prístalsviðgerð av studningi er ikki ein, sum hevur sparingar fyri eyga, men ein, har tað veruliga verður prístalsviðgjørt soleiðis, at peningurin kemur at samsvara við kostnaðarstøðið.

Kostnaðarstøðið í Føroyum er sera høgt, og lestrarstuðulin og bústaðarmøguleikarnir hjá lesandi eru als ikki nøktandi. Tað er sjálvandi gleðiligt, at broytingar eru komnar tann rætta vegin, eitt nú við at veita lestrarstuðul 12. mánaðan, og at tað nú eru komnar lestraríbúðir, men hetta eru lutfalsliga lítil fet, sæð í mun til tað sum skal til, um vit skulu lyfta útbúgvingarøkið í Føroyum. Eitt dømi um vantandi raðfesting er, at Fróðskaparsetrið ikki hevur fingið tað játtanina, tað hevur eftirlýst. Gamaní hevur Fróðskaparsetrið fingið 8,8 mió. kr. hetta umfarið, men harav fer størsti parturin til Sjóvinnuhúsið og restin til lønir og rakstur.

Hinvegin hevur Setrið verið noytt at gera sparingar á útbúgvingum, og hetta er (sjálvsagt) eitt stórt afturstig fyri bæði lesturin og fyri hugburðin hjá teimum lesandi. Hesar sparingar hava við sær, at t.d. ískoytislessnaður, vallærugreinar og starvslæra lækka í tali og vikum. Tað kann ikki verða rætt, at man vil eggja føroyingum at lesa í Føroyum og so heldur áfram at lata Setrið bløða. Setrið má gerast kappingarført við onnur universitet soleiðis, at tað loysir seg at velja Føroyar.

 

Íløga heldur enn útreiðsla

MFS vil tí heita á politisku skipanina at skifta hugburð og byrja at síggja útbúgving og tey lesandi sum eina íløgu heldur enn eina útreiðslu. Nú er nokk tosað um ætlanir um at raðfesta útbúgving - vit ynskja at síggja og merkja framburð í verki. Hetta skal ikki fremjast við einans at umleggja pening frá einum enda í hin, men við at gera íløgur og tryggja øllum pørtum tær bestu fortreytirnar. At veita lestrarstuðul 12. mánaðin er ein góð byrjan.

 

Meginfelag Føroyskra Studenta
4. oktobur 2017


 

MFS_útbúgving er ein íløga - ikki ein útreiðsla.jpg

Føroyanevndin hjá MFS: #vitveljaFøroyar #menveljaFøroyarokkum?

$
0
0

Síðsta heyst skipaði føroyanevndin hjá MFS fyri tiltakinum ”Hví búgva hjá mammu, tá ið eg kann búgva á Oyrasundi?”. Nú – nærum eitt ár seinni – spyrja vit aftur sama spurning.

Hví lesa á Setrinum, har útboðið av vallærugreinum ikki er nøktandi – ella eksisterandi?

Ein stjórnmálafrøðilesandi á Setrinum, sum søkti inn í 2016, kundi gleðast um, at i 3. árshálvu kundi ein velja vallærugrein. Hetta gjørdist ein stokkut gleði, tí tá ið tímatalvan kom í summar, mátti Setrið aftur svíkja: ongar vallærugreinar.

Hetta er ikki einans galdandi fyri søgu- og samfelagsdeildina. Eisini hjá lesandi á námsvísindadeildini er úrvalið av lærugreinum minkað.

Vert er at leggja afturat, at lesandi á námsvísindadeildini (lærara- og námsfrøðilesandi) máttu enn einaferð býta í sitrónina, tá ið tey fyri stuttum fingu at vita, at stutta starvslæra, tey longu frammanundan hava, allarhelst skal skerjast enn meir.

Eitt dømi eru tey í 3. árshálvu á læraraútbúgvingini, sum hava valt danskt, og sum eftir ætlan skuldu í starvslæru eftir heystfrítíðina. Tey hava nýtt fleiri undirvísingartímar uppá at fyrireika seg til starvslæruna, men hava fingið boð um, at starvslæran nú verður av ongum.

Hví lesa har, vit eru noydd at koyra silvurpappír runt um hurðina, soleiðis at soppavøksturin ikki breiðir seg?

Hetta er veruleikin hjá teimum, ið hava alisfrøði á læraraútbúgvingini á Setrinum.

Onnur dragast við gjóstur og kulda. Hví er tað í lagi, at lesandi lesa undir umstøðum, ið Arbeiðseftirlitið ikki hevði loyvt starvsfólki at arbeitt undir. Er tað minni skaðiligt fyri tey lesandi?

Harafturat kann vísast á, at Setrið hevur innivist á Frælsinum – saman við fólkaskúlanæmingum!

Áður hevur hetta givið meining fyri læraralesandi, tí hetta bar við sær betri møguleikar fyri praktiska partinum av útbúgvingini. Tó eru hølisviðurskiftini á Setrinum vorðin so trong, at flokkar frá Søgu- og Samfelagsdeildini eisini hava fyrilestrar í fólkaskúlastovum.

Hetta merkir, at meðan tey lesandi sita til undirvísing ella fyrilestur, skulu tey hoyra uppá, at ein fólkaskúli hevur fríkorter beint uttan fyri skúlastovuna. Hetta ávirkar undirvísingina og gevur ikki eina kenslu av, at talan er um eina hægri (og seriøsa) útbúgving.

Landið hevur seinastu árini spýtt 600 milliónir í at byggja ein flottan og lekran miðnámsskúla. Hóast vit unna miðnámsskúlalesandi hetta væl, so mugu vit vísa á, at studentarnir høvdu Hoydalar og HH’arirnir høvdu Handilsskúlan við Marknagil.

Miðnámsskúlalesandi velja longu Føroyar sum nú er – men tað gera lesandi á hægri lesnaði ikki!

Setrið er spjatt út á fleiri smærri bygningar runt um í Havnini, harav fleiri einans eru til leigu. Tað er alneyðugt, at Fróðskaparsetrið verður samlað undir einum taki, skal lestrarlívið í Føroyum blóma. Synergi-effektin, sum man vanliga sær á hægri lærustovnum, er totalt blokerað í Føroyum, tí tey lesandi hava nærum einki samband við hvørt annað.

Seinastu árini hava alt fleiri søkt inn á Setrið. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men við skúlabyrjan 2017 var talið nærum helvtina lægri enn í 2016. Virksemið á Setrinum er í vøkstri; fleiri útbúgvingar verða bjóðaðar út, fleiri flokkar eru, fleiri ph.d lesandi eru, enn áður, men fíggingin fylgir ikki við vøkstrinum, og tískil noyðist fyrisitingin allatíð at umraðfesta ella seta sparitiltøk í verk. Hetta er ikki virðiligt fyri tey, ið velja at lesa í Føroyum. Vit velja Føroyar, men Føroyar velja ikki okkum! Hví ikki raðfesta okkum eitt sindur meir?

Hví búgva hjá mammu, tá ið eg kann búgva á Oyrasundi?

Spf. MARK er eitt privat smápartafelag, sum veitir bústaðir til lesandi á hægri útbúgving og á miðnámi. MARK hevur fingið til vega 38 bingjuíbúðir á ávíkavíst 15 og 30 m2 til støddar. At talan er um eitt lítið býli, finnast vit ikki at. Lesandi hava heldur ikki so høg krøv til bústað. Trupulleikin við MARK liggur í prísinum.

Fyri eina 15 m2 bingjuíbúð skalt tú rinda 4.490 krónur um mánaðin. Ja, tú last rætt – 4.490 krónur fyri 15 m2! Hetta er við nýtslu.

Hevur tú til dømis eitt barn og býr einari 30 m2 íbúð, so er prísurin 6490 kr. Býrt tú einsamallur í somu íbúð er kostnaðurin 4990 kr. Tað er upplýst, at kostnaðurin fyri nýtslu er 495 krónur, og tí stavar hesin munur einans frá, at talan er um tvey og ikki eitt fólk. Tað kann ikki verða rætt, at ein stakur uppihaldari skal gjalda eyka fyri at hava barnið hjá sær búgvandi.

Man kann ikki lasta privatar vinnurekandi fyri at gera sær dælt av bústaðarneyðini hjá lesandi og ungum, ið hesum førinum við at hýsa teimum dýrum jarnbingjum. Men hetta er hvørki ein virðilig ella veruleikakend loysn. Almennu Føroyar mugu ikki bíða eftir, at privatu aktørarnir fara at loysa bústaðarneyðini í Føroyum, tí privatir aktørar hugsa fyrst og fremst um egnan vinning, og hetta fara føroysk lesandi at merkja sviðan av!

At búgva í Finsen man vera størsti dreymurin hjá flestu lesandi. Íbúðirnar eru snotiligar, flottar og liggja væl fyri. Bústaðir eru enn ikki komnir við nøkrum leiguprísi, men vónandi verður tað ikki eins høgt, sum hjá MARK. Talan er um ein almennan bústað, og tí ímynda vit okkum ikki, at prísurin verður so høgur.

Tað eru bara 37 íbúðir í Finsen – og tí vera tey, ið fara at búgva har, ikki bara sera heppin, men eisini betur stillað enn onnur lesandi í Føroyum.

Ert tú so heppin sum lesandi í Føroyum at fáa møguleikan at flyta út frá mammu og babba, so skalt tú allarhelst av við allan lestrarstuðulin og meira enn tað. Tað er snøgt sagt ikki í lagi, at tað skal verða fyrimunur at flyta til Oyrasund, enn at lesa í Føroyum.

Hví sita við kassan í Bónus fyri at fáa endarnar at røkka saman, tá ið eg kann hava eitt feitt lestrarstarv á Christiansborg?

Í Danmark kann ein jura-lesandi arbeiða hjá eitt nú Uttanríkismálaráðnum ella í Fólkatinginum. Í Føroyum arbeiðir ein búskaparfrøðilesandi við kassan í Bónus ella Magn. Hvar eru lestrarstørvini?

Tað er okkara pástandur, at hægri lesandi í Føroyum arbeiða nógv meira, enn føroyskir útisetar. Føroyski lestrarstuðulin røkkur ikki til so nógv í Føroyum, og tískil noyðist ein at arbeiða, skal ein hava ráð til dagsins uppihald. Hví ikki tekkjast teimum hægri lesandi í Føroyum við lestrarstørvum, ið eru viðkomandi fyri lesturin? Hetta er bæði til gagns fyri tann lesandi, men eisini fyri føroysku fyritøkurnar. Batar síggjast viðvíkjandi lestrarstørvum innan tað privata, men hvar eru almennu lestrarstørvini? Í Danmark er vanligt, at t.d. miðfyrisiting og kommunur hava lestrarstørv, men her eru Føroyar eftirbátar. Tað hevði klætt almennu Føroyum at tikið í nakkan á sær sjálvum og gjørt brúk av teimum, ið hóast alt fara at mynda miðfyrisitingina um nøkur ár.

Vit velja Føroyar.

Tað er alt ov lætt at venda Setrinum og Føroyum bakið, men tað hava vit ikki gjørt. Tað er ikki rættvíst, at vit so hava verri sømdir og kor, enn tey, sum fara av landinum at lesa. Vilja vit sum samfelag, at fleiri fara undir lestur í Føroyum, so mugu hesi fáa eina gularót afturfyri, men sum nú er, so liggur gularótin í Oyrasundi.

Góða løgting, landstýri og kommunur í Føroyum: veljið nú eisini okkum, tí vit hava valt tykkum!

22096029_1499588366793676_3357414308214899463_o.jpg

Er nakað Mark?

$
0
0
Facebook Ad(1).jpeg

 

Føroyski búskapurin, Setrið og talið av lesandi er í stórum vøkstri, og hetta fegnast vit um.

Men allar medaljur hava sum kunnugt eina baksíðu, og hendan er tíanverri einki undantak.

Góði búskapurin, saman við blómandi ferðavinnuni og ymiskum øðrum, hevur við sær, at bústaðarkostnaðurin er støðugt vaksandi, meðan útboðið er relativt minkandi. Hetta hevur við sær, at tað er ógjørligt hjá flestu lesandi í Føroyum at finna eitt stað at búgva – sum ikki er eitt kamar heima hjá mammu og babba.

Tað almenna sær út til at hava meira enn ilt við at loysa hendan trupulleikan, ella at taka hann í álvara. Tó so, at nýggja almenna kollegie ‘Finsen’ er ein roynd at loysa trupulleikan, so eru tær 37 íbúðirnar bara eru ein dropi í havinum í mun til tørvin.

At privata vinnulívið velur at nýta ein part av kapitalinum hjá sær til at loysa ein slíkan trupulleika er alla æru vert. Men tað sum nú hendir við kolleginum ‘Mark’, gerst meira og meira ótespiligt at eygleiða. Íbúðirnar, sum í forvegin eru lítlar og alt ov dýrar og har man skal gjalda eyka fyri børn, eru nú bara tøkar fyri tann lesandi 11 mánaðir um árið. Hetta seinasta kom fram leygardagin 5. november, í einari samrøðu við eigaran av ‘Mark’, í tíðindasendingini hjá KVF. Tað vísir seg, at tey lesandi binda seg til at flyta út úr teirra íbúðum 30. juni hvørt ár, og sleppa ikki at flyta inn aftur fyrr enn 1. august. At tvinga vaksin fólk út úr heimi sínum á hendan hátta var ikki ein trupulleiki fyri eigaran, tí hann helt, at tey bara kundu flyta heim aftur til mammu og babba hendan mánaðin. Sambært honum, var tað ikki tí, at Mark hevði ætlanir við íbúðunum í julimánaði, men tí at hetta var nakað, sum mann vanliga ger á næmingaheimum.

MFS heldur, at man eigur at kalla ein spaka fyri ein spaka. Hetta er ikki á nakran hátt ‘vanligt’ fyri eitt kollegie - hetta er sera óvanligt. Ongin rakstrarlig atlit tala fyri hesum, og hetta er sera trupult hjá teimum lesandi – hugsa tær at skula pakka øll tíni ting hvørt ár, og so verða heimleys í ein mánaða! Einasta orsøkin til at hetta verður gjørt er sjálvandi, at eigarin ætlar at nýta íbúðirnar sum hotel/vallaraheim í bestu ferðatíð – also skulu tey lesandi góðtaka at onkur fremmandur svevur í teirra song, brúkar teirra vesi og teirra køk, meðan tey eru heimleys.

MFS heldur, at vit eru við at kenna Mark, men spurningurin er, um Mark kennir sær nakað mark.

 

Permalink

Enter Føroyar

$
0
0
MFS Enter Føroyar.png

Hóskvøldið tann 23. novembur 2017 skipar MFS fyri tiltakinum “Enter Føroyar” á Norðuratlantsbryggjuni. Navnið á tiltakinum er hugsað sum eitt aftursvar ímóti hugtakinum “Exit Føroyar”, sum tók seg upp fyri nøkrum árum síðan. Tá var trupulleikin, at fólk fluttu av landinum og ikki komu aftur. Hendan gongdin sær út til at vera vend nú, og nú letur tað til at vera gravgangur eftir bústøðum og størvum í Føroyum - serliga í høvuðsstaðarøkinum. 

Í tí sambandi fara vit at viðgerða nakrar av teimum bústaðartrupulleikunum, sum javnan stinga seg upp, tá ið føroyskir útisetar velja at flyta heim. 

Orstýrari hetta kvøldið er Anna Poulsen, og tiltakið verður skipað í tvær hálvir. Í fyrstu hálvu kemur Annika Due Jacobsen at greiða frá síni uppliving av at flyta heim - eitt nú hvørjar bústaðartrupulleikar hon rendi seg í. Eftir hetta kemur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu at greiða frá, hvørjar ætlanir kommunan hevur fyri at lofta hesum trupulleikanum. 
Síðan kemur eitt umboð frá Sjálvognarfelagnum Kirkjubøvegur at greiða frá teirra verkætlan við alternativum bústaðarmøguleikum. Eftir hetta kemur Elin Hentze, ið m.a. er talsfólk fyri áhugafelagið "Búgva" og sum er sera aktiv í kjakinum um fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum og trupulleikar í hesum sambandi. 

Eftir steðgin verður pallborð, har luttakararnir fyrst fáa 3 minuttir hvør at greiða frá sínum sjónarmiðum og síðan verður kjak. 

Luttakararnir á pallborðinum hetta kvøldið eru: Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, Eva Bennicke, samskipari í Tórshavnar Kommunu, Hergeir Eldevig fyri Sjálvognarfelagið Kirkjubøvegur og Elin Hentze. 

Aftaná sum undir pallborðsfundinum verður høvið hjá áhoyrarum at seta spurningar. 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. 

Skrá: 
19.30: Dyrnar lata upp
20.00: MFS bjóðar vælkomin
20.05: Annika Due Jacobsen heldur framløgu
20.15: Annika Olsen heldur framløgu
20.25: Steðgur
20.35: Hergeir Eldevig frá Sjálvognarfelagnum Kirkjubøvegur heldur framløgu
20.45: Elin Hentze heldur framløgu
20.55: Steðgur
21.05: Pallborð
22.00: Tiltakið liðugt

Vit takka Atlantic Airways og Sprotanum fyri stuðul til tiltakið.

MFS: Nei Rigmor, tað er ikki gagnligt fyri Føroya land at avlaga Setrið

$
0
0
heimasíðuna.jpeg

Fíggjarlógaruppskotið 2018 ásetir 95,9 mió. til Fróðskaparsetur Føroya, ein upphædd, ið hvørki kann varðveita ella menna verandi virksemi. Setrið hevur seinastu árini framt eina røð av sparingartiltøkum. Vallærugreinar eru dotnar burtur, starvslærur strikaðar, og hølisviðurskiftini eru, í fleiri førum, alt annað enn nøktandi. Hetta eru sera álvarsligar fylgjur av einum niðurraðfestum fróðskaparsetri. Hesar fylgjur ávirka góðskuna á útbúgvingunum, ið Setrið bjóðar.  Í fleiri ár hevur man frá politiskar síðu ynskt, at Setrið skal verða meira attraktivt, so at føroyingar fara at velja Setrið fram um útlond. Setrið er í kapping við onnur altjóða universitet og má tí verða kappingarført.

 

Síðan 2013 er talið av lesandi økt við 60%, og er sostatt komið uppum 1000 lesandi. Hetta meta vit er ein jalig gongd, sum bert hevur verið møgulig, orsaka av økta virkseminum hjá Setrinum, og sum hevur givið eitt fjølbroyttari útboð av útbúgvingum. Tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ikki samd í. Rigmor segði á tingsins røðarapalli í gjár, at Fróðskaparsetrið hevur verið ábyrgdarleyst, tá tey hava sett enn fleiri útbúgvingar í verk. Økta útboðið av útbúginvum hevur tó verið eitt poltiskt ynski, sum Fróðskaparsetrið hevur fylgt, fyri eitt nú at bøta um fólkatilflytingina.

 

Hyggja vit at londunum kring okkum, og hvørjar íløgur verða gjørdar í universitetsútbúgvingar, kunnu vit skjótt ásanna, at íløgunar eru upp í 4 ferðir hægri í hesum londum. Í Grønlandi leggur landið 122,3 mió. kr. í universitetsútbúgvingar til 700 lesandi. Hetta gevur eina mánaðarliga útreiðslu pr. lesandi á 14.561 kr. Í Danmark verða kr. 25,3 mia. nýttar til 66.500 lesandi. Hetta svarar til eina mánaðarliga upphædd á kr. 31.713 pr. lesandi. Í Føroyum eru útreiðslurnar kr. 7.308 pr. lesandi um mánaðin - helvtina minni enn í Grønlandi, og 4 ferðir minni enn í Danmark. Vit kunnu tí staðfesta, at Føroyar liggja langt aftanfyri grannalondini tá viðvíkir raðfesting av universitetsútbúgvingum.

Screenshot 2017-11-30 01.17.53.png

Tørvur er á 7 mió kr í hækkan, skal Setrið varðveita núverandi virksemi. Fyri at menna virksemið á Fróðskaparsetrinum, og sostatt geva lesandi í Føroyum eina útbúgving við góðsku, skal játtanin hækkast 20 mió. kr. Vit heita á Løgtingið at steðga við lappaloysnum og miða eftir einum Fróðskaparsetri, ið er kappingarført við aðrar altjóðaviðurkendar útbúgvingarstovnar.

 

Rigmor Dam legði millum annað dent á, at tað ikki er gagnligt fyri Fróðskaparsetrið, at tey ferð eftir ferð biðja um eykajáttan. Hesum eru vit púra samd í - tó ikki av somu orsøk sum Rigmor Dam. Rigmor róði uppundir, at tað skaðar umdømið hjá Setrinum at biðja um eykajáttan hvørt ár. Vit halda hinvegin, at tað skaðar menningini av Føroya landi, at vit ikki megna at raðfesta ein vitanar- og útbúgvingarstovn sum Setrið. Hesin stovnur, sum millum annað hevur verið eitt kjarnuamboð, tá tað kemur til at venda gongdini við fólkafráflyting.

Hesin sami, sum eigur stóran part í vitanar- og trivnaðarmenningini á Føroya landi.

 

Við hesum heitir Meginfelag Føroyskra Studenta á Landsstýrið at hækka játtanina til Fróðskaparsetur Føroya.

Við lestrarkvøðu
Meginfelag Føroyskra Studenta

 

Lestrarstarv

$
0
0
Femme Fatale Portfolio(1).jpeg

Meginfelag Føroyskra Studenta leitar eftir eftir nýggjum skrivstovufólki. Arbeiðsuppgávurnar verða spennandi og fjøltáttaðar, og tú kemur í stóran mun at arbeiða sjálvstøðugt. Umframt hetta er starvið mennandi, og tú fart innlit í, hvussu ein virkin felagsskapur, sum er rikin av sjálvbodnum lesandi, virkar.

 

UM OKKUM
MFS er ein lestrarfelagsskapur, myndaður av sjálvboðnum lesandi. Vit arbeiða fyri betra viðurskiftir, ið á ein á hvønn hátt ávirka lesandi. Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.

 

HØVUÐSUPPGÁVUR

Arbeiðstíðin er sett til 10 tímar um vikuna. Umframt niðanfyri nevndu arbeiðsuppgávur koma ofta aðrar smærri fyrifallandi uppgávur.

 

Føstu arbeiðsuppgávurnar eru hesar:

* Bókhald

* Samskifti

* Røkt av heimasíðu, umframt teimum sosialu miðlunum í samstarv í ráðs- og nevndarlimir.

* Samskipan av felagslívi fyri/til tey lesandi

* At vera til staðar á skrivstovuni fastar tíðir. Hesar tíðir verða fastlagdar í samráð við nýggja skrivstovufólkið.

 

FØRLEIKAKRØV

Tú dugir væl orða teg á føroyskum. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú ert stinnur enskum og donskum. Tú hevur innliti í, hvussu politiska skipanin í Føroyum virkar og royndir at umsita roknskap eru eisini ein fyrimunur. Grundleggjandi vitan um lestrarviðurskifti (serliga SU og ÚS) er týdingarmikiðl. Umframthetta ert tú undir lestri.

  • Tú noyðist ikki at lúka øll krøvini fyri at søkja.

 

SETANARVIÐURSKIFTI

Skrivstovufólkið verður lønt sambært lønarsáttmála millum Starvsmannafelagið og fíggjarmálaráðið eftir lønarflokki 2.

 

UMSÓKN

Umsókn og CV skal sendast til mfs@mfs.fo í seinasta lagi 15. januar 2018.

 

SETAN

Tú tekur við starvið 1. februar 2018, ella eftir nærri avtalu.

 

MEIRA FÆST AT VITA

Við at venda sær til Helenu Jørmundsson, forkvinnu, á teldupost: helenajoermundsson@gmail.com, +45 53646007, ella við at senda teldupost til mfs@mfs.fo.

Pisudagar aftur á skránni

$
0
0

Pisudagar er eitt samstarvstiltak millum MFS, Eik, Altjóða Skrivstovuna og Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark, har tú, ið ætlar tær út í heim at lesa, fært møguleikan at fáa svar uppá nakrar av teimum spurningunum, ið ein vanliga hevur, tá ein flytir uttanlanda í lestrarørindum. 

Pisudagarnir vera 2. august á deildini hjá Eik í Klaksvík og 3. august á deildini hjá Eik í miðbýnum í Havn. Byrjað verður kl. 19 bæði kvøldini. 

Les meiri um Pisudagarnar her.

Viewing all 78 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>