Quantcast
Channel: Tíðindi - MFS
Viewing all 78 articles
Browse latest View live

Fjølnir 2018 útkomið

$
0
0

So var Fjølnir fyri lestrarárið 2018-2019 klárt – bæði í prentaðari og talgildari útgávu. Fjølnir er eitt lestrarblað, ið serliga er ætlað tær, ið fer undir hægri lesnað ella longu er undir hægri lesnaði. Í blaðnum kanst tú lesa um og fáa íblástur til, hvat og hvar tú skalt lesa, bæði í Føroyum og uttanlands, og hvørjir møguleikar tú hevur undir og eftir lesnaðin. Eisini finnur tú hentar upplýsingar um, hvussu tú kemur best frá lestrarbyrjan.

Góðan lesihug!

Fjølnir 2018


Útbúgvingarøkið skal langtíðarraðfestast

$
0
0
csm_SSS_2012_01_90b1b4d6fa.jpg

Meginfelag Føroyskra Studenta harmast um trongu korini hjá Fróðskaparsetur Føroya at virka í, og finnist at óskynsomu sparingstiltøkunum, ið fylgja lágu fíggjarjáttanini fyri 2018.

Framgongd á Setirnum

Fróðskaparsetrið hevur seinastu árini víðka um útbúgvingartilboðini, har fimm nýggjar útbúgvingar eru settar í verk síðan 2015. Hesar útbúgvingarnar skulu, sambært Seturslógini, góðkennast av landsstýriskvinnuni, áðrenn tær verða settar í verk. Tað vil siga, at landsstýriskvinnan hevur givið Fróðskaparsetrinum grønt ljós, áðrenn hesar útbúgvingar hava verið útbodnar. Eisini hevur Fróðskaparsetrið havt eina munandi størri upptøku av lesandi, sum er farið frá at vera áleið 640 lesandi í 2013, til at verða áleið 1000 lesandi í 2017. Tað er tískil talan um eina ovurstóra framgongd í upptøkunum á Setrinum.

Óskynsamar sparingar

Hóast økta virksemið, hevur fíggingin ikki fylgt støðugu økingini. Tað hevur við sær, at Fróðskaparsetur Føroya enn einaferð skal undir eina røð av sparingstiltøkum, fyri at yvirhalda árligu rakstrarjáttanina. Hesi sparingstiltøkini eru millum annað:

  • Útsett endursetan av undirvísara í støddfrøði
  • Útsett endursetan av undirvísara í heilsuvísindi
  • Útsett endursetan av námslektara
  • Útsett endursetan av lestrarvegleiðara á Søgu og samfelagsdeildini, á Náttúruvísindadeildini og á Føroyamálsdeildini
  •  Útsett upptøka av lesandi á Búskaparfrøði
  • Strikaðar vallærugreinar á Søgu- og Samfelagsdeildini

Hetta merkir sostatt, at partur av førleikunum, ið eru neyðugir til undirvísing, eru spardir burtur. Stórur spurningur verður reistur um, hvør skal átaka sær leiklutin sum undirvísari í hesum fakunum, og hvussu góðskan á útbúgvingunum verður ávirkað av hesum. Vit frámæla staðiliga at hesar sparingar verða settar í verk, so lesandi á Setrinum í dag, ikki verða rakt í teirra lesnaði.

Slíkar sparingar elva til stóran ótryggleika millum lesandi á Fróðskaparsetrinum, millum annað tí at hesar sparingar eru sera sjónligar, og tí at ein kann stúra fyri, hvat ein útsett endursetan í veruleikanum merkir, tá ið ongin trygd er fyri einari endursetan. At lestrarvegleiðingin, sum frammanundan hevur verið tunn, nú verður skerd, hevur stóra ávirkan sum skjótt kann merkjast hjá tí einstaka. At vallærugreinar brádliga verða frátiknar skapar óvissu, tí tað merkir, at tey tilboðini, lesandi hava fingið lovað, tá tey byrjaðu, ikki longur eru tøk. At ein heilur árgangur innan búskaparfrøði er strikaður er eisini sjónligt í sær sjálvum. Hetta sáar samstundis eisini iva hjá teimum, ið eru lesandi á búskaparfrøði, tí eftir situr tankin um, hví tað júst var tann útbúgvingin, sum skuldi skerast.

Hóast hesi nevndu økini eru sera sjónlig, so eru tað eisini onnur økir, sum eru minni sjónlig, men tó hava beinleiðis ávirkan á tey lesandi. Her kann eitt nú nevnast, at manglandi peningurin á Setrinum eisini merkir, at ráð ikki er til at uppraðfesta gransking, sum sambært Seturslógini skal verða grundarlagið fyri allari undirvísing á stovninum. Krøvini um granskingargrundaða undirvísing stava uttanifrá, og eru ein liður í teimum somu krøvunum, sum eru við til at gera Fróðskaparsetur Føroya til eitt altjóða góðkent universitet. Hetta er tískil sera grundleggjandi fyri góðskuna og brúksvirði á sjálvum útbúgvingunum, sum Setrið veitir.

Eitt av endamálunum við granskingargrundaðu undirvísingini er, at útbúgvingarnar eru so feskar og viðkomandi sum yvirhøvur gjørligt. Á tann hátt fær tann lesandi innlit í ta mest aktuellu vitanina innan sítt øki, sum man sigast at vera sera umráðandi fyri ein nýklektan akademikara. Tá granskingarparturin á Fróðskaparsetri Føroya ikki fær nøktandi sømdir, hevur tað tískil álvarsligar avleiðingar á læringsúrtøkuna hjá teimum lesandi.

Hvørjar avleiðigarnar eru, er tó ilt at siga, tí at Setrið fær heldur ikki fíggjarligar karmarnar at røkka til at uppraðfesta menning av einari innanhýsis góðskutryggingarskipan fyri útbúgvingarnar. Um Setrið ikki kann vísa á, hvussu tað góðskutryggjar sínar útbúgvingar, kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri viðurkenningina av Setrinum, og øllum teimum, sum hava nomið sær útbúgving á stovninum. Í ringasta føri kann hetta merkja, at álitið á útbúgvingunum hvørvir, sum ger tað tvørligt at søkja á víðari lestur uttanlands ella at finna sær starv hjá ávísum arbeiðsgevarum uttanlands.

Langtíðarraðfesting

Tá hugt verður at almenna kjakinum um sparingarnar á Setrinum, hevur umrøðan í mestan mun snúð seg um varðveitslu av verandi virksemi á Fróðskaparsetrinum. Fróðskaparsetrið hevur tó arbeitt við ov lágari rakstrarjáttan í nøkur áramál, og tískil metir MFS at ein varðveitsla av verandi virksemi er heilt í lægra endanum! Skal Setrið kunna mennast til tann stovnin sum ynskiligt er, skal tað vera fíggjarligt rásarúm at kunna uppraðfesta gransking, soleiðis at býtið millum frálæru og gransking kemur í munandi betri javnvág, umframt at menning av stovninum eisini má raðfestast.

Gongdin á Fróðskaparsetrinum er ov óstøðug. Tá politisk ynskir um eitt fjølbroyttari universitet valda, og man samstunis gleðist um nógv øktu upptøkuna av lesandi, tykist tað mótstríðandi, at viljin ikki er til at gjalda fyri økingina. Avleiðingin av hesum er, at sumt av virkseminum aftur má avlagast. Manglandi samsvarið millum økingina av virkseminum og viljan til at gjalda kostnaðin er eitt tekin uppá, at politiska stjórnin manglar eina greina ætlan um, hvønn leiklut hægri úbúgving hevur og skal hava í Føroyum framyvir.

MFS mælir til, at ein greið ætlan verður gjørd, sum miðvíst arbeiðir fram ímóti altjóða krøvum, ið skal tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya framhaldandi kann teljast sum eitt altjóða virðurkent fróðskaparsetur. Eisini eigur hendan ætlanin at staðfesta, hvat vit sum tjóð vilja við okkara universitetsvirksemi, sum gevur ein greiðan og málrættaðan leist fyri, hvørjar útbúgvingar verða raðfestar á Setrinum. Fyri at hetta kann gerast so skynsamt sum gjørligt, skulu karmarnir fyri framtíðarvirksemið hjá Setrinum verða meira greiðir, har leiðslan á Setrinum veit, hvørjar upphæddir eru settar av til virksemið í nøkur áramál fram, sum best kann náast við einari langtíðar fíggjarætlan.

Við lestrarkvøðu

Meginfelag Føroyskra Studenta

Permalink

KAPPING: Búmerki til Lestrargonguna

$
0
0
Screenshot (1).png

Sitrar tað við kreativiteti í fingrunum hjá tær? 🎉 Ella spruttar tú bara við góðum hugskotum?

💡'Lestrarfeløgini í Keypmannahavn skipa fyri kapping, nú fyrireikingarnar til Lestrargonguna 2018 eru farnar í gongd!

LES HER:
"Lestrargongan skal skjótt liva sítt triðja ár, og nú meta vit, at tíðin er búgvin til at vit fáa okkum egið búmerki! 😄 Tí verður skipa fyri einari kapping, har øll tey kreativu sinnini sleppa í gongd. Tað, sum tú skalt gera, er at skapa eitt búmerki og senda tað til lestrargongan@gmail.com áðrenn 6. apríl. 📬 Vinnarin av besta búmerkinum fær tvey atgongumerki til Lestrargonguna 2018"

KOM OG FANGA OKKUM

$
0
0
Kom og fanga okkum.jpg

Vilt tú fanga arbeiðsgevaran og hava møguleika at fáa eitt lestrarstarv, summarstarv ella samstarv um eina verkætlan? MFS skipar fyri einari ráðstevnu á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn tann 21. apríl.

Áhugin fyri ráðstevnuni hevur verið stórur, og á leið 23 fyritøkur koma við til ráðstevnuna. Tað eru bæði fyritøkur og stovnar innan tað almenna og innan privatu vinnuna. Vit hava lagt okkum eftir at hava okkurt til allar málbólkar, so tú sum lesandi kanst fanga tey røttu fólkini. Endamálið við tiltakinum er at lata upp fyri samskifti og samstarvi millum lesandi, fyritøkur og stovnar, ið hava tilknýti til Føroyar. 

Tað er eingin loyna, at tann føroyski arbeiðsmarknaðurin og føroyska samfelagið eru í menning, og nógv verður gjørt fyri at fáa fólk at flyta heim eftir loknan lesnað. Sostatt er endamálið við ráðstevnuni at samantvinna lesandi í Danmark við arbeiðsmarknaðin fyri at tryggja áhaldandi menning og vøkstur í samfelagnum. 

Komið við á Norðuratlants Bryggjuna 21. apríl og møt arbeiðsmarknaðinum! Tú fært sum lesandi eitt upplagt høvi at gera vart við teg, og tú fært møguleika at finna júst tað rætta samstarvið. 

Kom og fanga arbeiðsgevaran! 

Skráin:

Kl. 11.00 : MFS bjóðar vælkomin

Kl. 11.05 : Løgmaður, Aksel V. Johannesen, setur ráðstevnina

Kl. 11.15-12.30 : Møguleiki fyri at taka CV mynd

Kl. 12.30-13.30 : Ábit

Kl. 13.00-13.30 : Elinborg Pálsdóttir spælir nøkur løg

Kl. 14.00 : Íblástur til umsókn og setanarsamrøðu við Bergtóra Høgnadóttir

Kl. 16.00 : Liðugt

Møguleiki verður at vinna ein flytiplatt frá Posta, virði á kr. 2.500, og 2 gávubrøv frá Atlantic Airways, virði á kr. 1.500.

Fyritøkur ið luttaka;
Almannaverkið
ALS
Articon
Atlantic Airways
Bank Nordik
Elektron
Formula
Fróðskaparsetrið
HEY
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Klaksvíkar Kommuna (Norðoyar Bú- og Heimatænasta)
Klintra
KVF
Landssjúkrahúsið
Landsverk
Posta
SEV
SMJ
Selmar Nielsen Arkitektar
TAKS
Tjóðveldi á Fólkatingi
Tórshavnar Kommuna
Uttanríkistænastan/UVMR/Føroysku Sendistovurnar

Vit hava tørv á fleiri lestrarstørvum

$
0
0
IMG_20170721_214040_584.jpg
”Tú lærir ikki av bókum. Tú lærir av at arbeiða.”

Lesandi og nýútbúgvin verða í tíð og ótíð løgd undir at ”onki duga”, tí tey bara hava sitið á reyvini og lisið. Vit kundu nýtt hetta høvið at greiða frá týdninginum av útbúgving, eitt nú hvussu útbúgving er lykilin til búskaparligan vøkstur og er grundarlagið fyri góðum kappingarføri, og ikki minst teir fólkaræðiligu, sosialu, mentanarligu og burðardyggu fyrimunirnar, ið fylgja við einum útbúgvnum fólki. Tað fara vit tó ikki. Vit fara í hesum umfarinum at geva fordómsfullu útsøgnum rætt – í hvussu so er fyri ein part. Vit ynskja at vísa á týdningin av lestrarviðkomandi størvum.

 

At sameina lesandi og arbeiðsmarknaðin

Starvslestur er ein partur av fleiri útbúgvingum. Dømi um hetta eru útbúgvingar so sum Verkfrøði, Læknavísind, Námsfrøði og Sálarfrøði. Starvslestur gevur tí lesandi møguleika at royna sínar fakligu førleikar í praksis og ikki minst at menna seg fakliga. Hetta er tí ein týðandi partur av menningini hjá tí lesandi, tí hetta bindur tann lesandi tíðliga við arbeiðsmarknaðin og gevur viðkomandi eina kenslu av, hvussu tað er at brúka sína vitan, innan tað fakið, ið tann lesandi hevur valt.

Fyritøkur ella stovnar fáa somuleiðis ágóðarnar av at hava starvslesandi, tí her er møguleiki at fáa arbeiðsmegi, ið er forvitin eftir læra, sum ofta tímur væl at arbeiða og kemur við ískoytum og nýggjum vinklum til arbeiðsuppgávurnar - og ikki minst, sum lættir um arbeiðsbyrðuna á arbeiðsplássinum. Hetta kann tí verða áhugavert bæði fyri tann lesandi og arbeiðsgevaran.

Tað er nógv, ið hava starvslestur sum ein part av sínari útbúgving, so eru tað hópin av útbúgvingum, har starvslestur ikki er ein kravdur partur av útbúgvingini. Dømi um hetta er Løgfrøði, Samfelagsfrøði, Búskaparfrøði og Samskifti. Tað er tó møguligt hjá fleiri av hesum av sínum eintingum at søkja um loyvi frá útbúgvingarstovninum at royna seg sum starvslesandi. Tá er tó umráðandi at tær fyritøkur og teir stovnar, ið bjóða út starvslestur, lýsa við tí.

Hóast starvslestur ikki er ein partur av útbúgvingini, eru tað fleiri, ið ynskja sær eitt starv, ið er viðkomandi fyri lesturin. Hetta eru tey, ið vit kenna sum lestrarstørv, ið fevna um 8-15 tímar um vikuna við síðuna av lesnaðinum. Eins og við starvslesnaðinum, kann lestrarstarvið tæna eitt gott endamál, tí hin lesandi fær royndir og møguleika at tvinna teori og praksis saman, og ikki minst ein fót innum á arbeiðsmarknaðin. Lestrarstørvini eru eisini við til at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá hinum starvsfólkunum á fyritøkuni ella stovninum, tí hin lesandi hjálpir til við bæði størri og smærri arbeiðsuppgávum, ið annars ikki eru tíð ella møguleiki til.

 

Hvat er munurin á starvslestri og einum lestrarstarvi?

Starvslestur:

- Starvslestur er ein møguleiki hjá fólki undir hægri lesnaði, at royna seg á arbeiðsmarknaðinum í nakrar mánaðar, sum ein part av útbúgvingini. Hin starvslesandi arbeiðir vanliga 30-40 tímar um vikuna í 3-6 mánaðar, og er vanliga ikki til undirvísing í hesum tíðarskeiði. Sum part av hesum, skal hin lesandi skriva eina frágreiðing í samband við útbúgvingina og fær somuleiðis góðskrivað ECTS. Tann lesandi fær lestrarstuðul, meðan viðkomandi er lesandi, og viðhvørt eina samsýning frá fyritøkuni ella stovninum, har tey eru starvslesandi, vanliga millum kr. 10.000 og kr. 20.000 fyri alt tíðarskeiðið. Lesandi í Danmark kunnu nú eisini fáa kr 3.000 í løn/samsýning um mánaðin við síðuna av SU.

Lestrarstarv:

- Í einum lestrarstarvi arbeiðir hin lesandi nakrar tímar um vikuna við síðuna av undirvísingini. Tað, sum eyðkennir hesi lestrarstørv, er at tey vanliga fevna um 8-15 tímar um vikuna, og uppgávurnar eru fakliga viðkomandi lesnaðinum. Hetta kann fevna um bæði størri og smærri uppgávur.

 

Fleiri møguleikar til føroysk lesandi

Vit hava størstu virðing fyri teimum, ið arbeiða ófaklærd størv. Hin lesandi hevur hinvegin tørv á at vera á einum arbeiðsplássi, ið á ein ella annan hátt gevur fakligt ískoyti til útbúgvingina. Hetta kemst ikki minst av, at tey flestu lesandi ikki hava nógvar pengar um hendi og studningurin ikki røkkur til allar útreitslunar, og tí kann tað verða eitt win-win hjá teimum lesandi at vinna sær nøkur eyka oyrir, samstundis sum ein fær nakað fakliga burtúr arbeiðinum. Hetta fevnir bæði um starvslestur og lestrarstøv.

Í Føroyum eru tað tey síðstu árini komin alsamt fleiri møguleikar til lesandi at arbeiða hjá einari fyritøku ella stovni sum starvslesandi, og hetta fegnast vit um. Her verður hugsað bæði um lesandi á hægri lestri í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands, ið fáa tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin.

Tó vilja vit eisini heita á føroyskar fyritøkur og stovnar at bjóða út lestrarstørv, ið eru 8-15 tímar um vikuna. Tað kennist fyri okkum ov lætt at einans bjóða út starvslestur, ið fyri tað mesta er óløntur. Lesandi hava eisini, eins og øll onnur, tørv á einum fíggjarligum rásarúmi.

Vit síggja fleiri og fleiri lestrarstørv í tí privatu vinnuni, men meta, at tað enn haltar í hjá tí almenna. Í londum rundan um okkum eru lesandi sett í starv í flestu almennu stovnum, og vit duga ikki at síggja, hví tað ikki skuldi borið til í Føroyum eisini.

 

Stimbra møguleikar til føroysk lesandi

Vit vilja ikki fara so langt sum at siga, at tey, ið ikki hava havt lestrarstarv ella hava verið í stravslestri, ikki hava røttu fakligu førleikarnar ella ikki “duga” at arbeiða, tí tað er ymiskt, hvussu fólk læra á besta hátt. Tó er tað ikki verri, at hava royndir frá arbeiðsmarknaðinum, tí tað kann geva nakrar fakligar fyrimunir í gerandisdegnum sum lesandi og kann brynja seg til arbeiðsmarknaðin í framtíðini.

 

 

KOM OG FANGA OKKUM

Komogfangaokkum.jpg

MFS hevur í longri tíð ynskt at varpa ljós á starvslestur og lestrarstørv, herímillum heita á fyritøkur og stovnar um at bjóða fleiri út. Tí skipa vit fyri ráðstevnu í Keypmannahavn leygardagin 21. apríl á Norðuratlantsbryggjuni, við heitinum: “Kom og fanga okkum”.

Á ráðstevnuni verður møguleiki hjá tí lesandi at fanga arbeiðsgevarar, ið á ein ella annan hátt hava føroyskt tilknýti. Hetta vil siga bæði úr Føroyum, í Danmark og uttanfyri Danmark. Á ráðstevnuni luttaka yvir 20 fyritøkur og stovnar, bæði innan tað almenna og innan privatu vinnuna. Vit hava lagt okkum eftir at hava okkurt til allar málbólkar, so tann lesandi og arbeiðsgevarin kann fanga tey røttu fólkini.

Endamálið við tiltakinum er at lata upp fyri samskifti og samstarvi millum lesandi, fyritøkur og stovnar, ið hava tilknýti til Føroyar og at samantvinna føroysk lesandi í Danmark við arbeiðsmarknaðin, fyri at tryggja áhaldandi menning og vøkstur í samfelagnum.

Ráðstevnan verður sett av Løgmanni, Aksel V. Johannesen, kl. 11. Síðan verður møguleiki allan dagin at ganga runt og heilsa uppá fyritøkurnar og stovarnar, ið luttaka á ráðstevnuni. Tað verður eisini møguleiki at taka CV myndir, fáa góð ráð um hvussu tú skrivar CV og umsókn, og hoyra Elinborg Pálsdóttir spæla nøkur løg. Øll sum luttaka hava møguleika at vera við í lutakastinum um 2 gávukort á kr 1500 frá Atlantic Airways og ein flytiplatt frá Posta.

 

Kom á ráðstevnuna 21. apríl á Norðuratlantsbryggjuni, og ger vart við teg, og hvør veit - møguliga finnir tú títt dreyma lestrarstarv, starvslestur ella íblástur til eitt samstarv um eina verkætlan við eina fyritøku.

 

Til ber at lesa meir um tiltakið á Facebook: ttps://www.facebook.com/events/2007776112876256/

 

Grein úr Sosialinum 18. apríl 2018


 

Kom og fanga okkum: faldari og skrá

$
0
0
Kom og fanga okkum.jpg
Komið við á Norðuratlants Bryggjuna 21. apríl og møtið arbeiðsmarknaðinum!

Leygardagin 21. apríl verður ráðstevnan “Kom og fanga okkum” á Norðuratlants bryggjuni í Keypmannahavn.

Á ráðstevnuni verður møguleiki hjá tí lesandi at fanga arbeiðsgevarar, ið á ein ella annan hátt hava føroyskt tilknýti. Umvent er eisini møguleiki hjá arbeiðsgevarum at fanga tey mongu føroysku lesandi, ið húsast í Danmark. Til ber eisini at hoyra um Master útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum.

Á ráðstevnuni luttaka 25 fyritøkur og stovnar frá tí almenna og privatu vinnuni. Vit hava lagt okkum eftir at hava okkurt til allar málbólkar, soleiðis at tann lesandi og arbeiðsgevarin kunnu fanga tey røttu fólkini.

Í hesum sambandi hava vit gjørt ein faldara, soleiðis at tú kanst lesa um fyritøkurnar og stovnarnar, ið luttaka á tiltakinum.

>> TAK FALDARAN NIÐUR HER: Komogfangaokkum <<

 

Kom og ger vart við teg! 

Tú fært sum lesandi eitt upplagt høvi allan dagin at gera vart við teg og koma í samband við fyritøkurnar. Tú fært møguleika at finna júst tað rætta samstarvið - og hvør veit, møguliga finnur tú títt komandi lestrarstarv, summarstarv, áhugan fyri at fara í starvslestur ella íblástur til at arbeiða saman við eini fyritøku um eina uppgávu. 

Tey sum vitja tiltaki hava møguleika at vera við í lutakasti um at vinna ein flytiplatt frá Posta, virði á kr. 2.500, og 2 gávubrøv frá Atlantic Airways, virði á kr. 1.500.

Til ber eisini at lesa meir um tiltaki á Facebook:  https://www.facebook.com/events/2007776112876256/?active_tab=about

 

>> TAK FALDARAN NIÐUR HER: Komogfangaokkum <<

 

Myndir út faldaranum:

Skærmbillede 2018-04-20 kl. 10.30.44.png Skærmbillede 2018-04-20 kl. 10.30.58.png Skærmbillede 2018-04-20 kl. 10.31.50.png

Flaggdagshald í Keypmannahavn

$
0
0

 

Í morgin, mikudagin 25. apríl skipar MFS fyri flaggdagshaldi í Keypmannahavn. Vit hátíðarhalda dagin á Regensen, har Merkið var borið fram á fyrsta sinni í 1919.  

Anna Poulsen, sum hevur arbeitt fyri Kringvarp Føroya og nú lesur Búskaparfrøði í Keypmannahavn, fer at halda flaggdagsrøðu, og vit fara eisini at syngja nakrar flaggdagssangir. Eftir hetta verður møguligt at fáa rundvísing inni í Regensen.

Skrá:

  • MFS bjóðar vælkomin
  • Mítt Føðiland
  • Anna Poulsen heldur flaggdagsrøðu
  • Sjá tú blánar
  • Tú alfagra land mítt

MFS bjóðar ókeypis kaku, kaffi, te og øl, og eisini verður okkurt til børnini.

Tiltakið byrjar kl 16.30, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Flaggdagsquiz

Tá vit eru liðug á Regensen, kann ein leita sær í Føroyahúsið á Vesterbrogade 17, har til ber at keypa sær okkurt at eta og síðan verður Flaggdagsquiz við Rasmus Biskupstø.

Flaggdagsquiz í Føroyahúsinum byrjar kl 19.30.

 

Les meir um tiltaki her: https://www.facebook.com/events/350075442152018/

 

Við lestrarkvøðu
Meginfelag Føroyskra Studenta

NOM: Higher Ambitions For the Students of Tomorrow

$
0
0
Screenshot (6).png

Fyrr í mánaðinum var MFS á Nordisk Ordførande Møte í Stokkholm. Á fundinum varð viðgjørt, at lestrarfelagsskapir sjáldan verða hoyrdir í nóg góðari tíð, tá mál, ið viðkoma lesandi, eru uppi at venda í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Lestrarfelagsskapir og mentamálaráðharrar eiga at hava sama ynski - eitt gott lestrarumhvørvi á altjóða góðkendum støði. Lesandi duga best at umboða lesandi. Tískil er upplagt, at ein fær betri samstarv millum lestrarfelagsskapirnar og Ráðharraráðið. Vit arbeiða jú fyri tí sama, og ynskja sama góða úrslit.
Hægri útbúgving førir til búskaparligan vøkstur. Ein samlað íløga, til frama fyri lesandi, fer tískil beinleiðis at styrkja samfelagið.

Niðanfyri ber til at lesa skriv, ið varð skrivað og samtykt av øllum NOM-limafelagsskapunum.

 

08-04-2018

Higher Ambitions
For the Students of Tomorrow

The Nordiskt Ordförande Møte (NOM) is a cooperating network and
consultative meeting of the National Unions of Students of the Nordic
and Baltic national umbrella organisations for students in higher
education. It all started in 1946 when a Nordic Student Meeting was
held in Aarhus, Denmark. Today, NOM operates both as a regional
cooperation platform and a network. As the clear representatives for
students in the countries within the Nordic Council of Ministers (NCM),
we demand to be included in the discussion.


We, the Nordic and Baltic national unions of students, call for:
 • Strong and independent student influence.
 • High quality education, regardless of which of the Nordic or
 Baltic nations you study in.
 • Genuine access to higher education for all parts of society.
 • Heightened and joint ambitions for public investments in higher
 education to the benefit of students.
 • Social security systems beyond national borders.


The chairing of the NCM by Sweden has seemingly opened the door
towards a more structured and open dialogue with stakeholders. Since
students are directly affected by the decisions made by the NCM, their voices need to be heard. The inclusion of students on all levels
strengthens democracy. Therefore, we want independent student
influence to be ensured at all levels of higher education - a right that
should be governed by law. At all times when decisions affecting
students are underway, this principle should apply. A governmental
network such as the Nordic Council of Ministers is no exception.

For students, high quality education is more than a need it is an
absolute requirement. We therefore call for heightened and joint
ambitions when investing in higher education. Such investments must
always be to the benefit of students. Quality assurance needs to be up to standard in all countries, and the institutions need investment to ensure that they are able to live up to such standards.

We want higher education to be free, equal and open to everyone.
Education needs to be accessible for all parts of society, regardless of
nationality, age and background. This means mapping the current
situation, identifying existing barriers for equal participation and amend and handle them. Higher education should not be a mechanism to maintain socio-economic differences, but an enabler for every willing individual to reach their full potential. It is important; not just for the individual, but also for the whole of society that higher education is
inclusive and adjusted to the varying needs of students. Therefore, joint, ambitious efforts and investments to the benefit of students, directly translate into benefit for society overall.

National borders should not limit the support given to students. For
more students to take up the opportunity to study abroad, they need to be sure that they will have adequate support and security. Financial and social security is crucial for ensuring that everyone has an equal
opportunity to pursue higher education. Therefore, state financed
support systems need to act as enablers to higher education, but should also do so beyond national borders.

 

On behalf of the students we represent,
Denmark – Danske Studerendes Fællesråd, DSF
Estonia – Eesti Üliõpilaskondade Liit, EÜL
Faroe Islands – Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS
Finland – Suomen opiskelijakuntien liitto / Finlands studerandekårers
förbund, SAMOK
Finland – Suomen ylioppilaskuntien liitto, SYL / Finlands studentkårers
förbund, FSF
Greenland – Ilisimatusartut kattuffiat, ILI ILI
Greenland – Organisationen af Grønlandske studerende i Danmark,
AVALAK
Iceland – Landssamtök íslenskra stúdenta, LÍS
Latvia – Latvijas Studentu apvienība, LSA
Lithuania – Lietuvos studentų sąjunga, LSS
Norway – Norsk studentorganisasjon, NSO
Sweden – Sveriges förenade studentkårer, SFS


Contact information
nom@syl.fi


Current Priorities and Future Challenges: Higher Education in the Nordic Region

$
0
0
download.png

MFS umboðar Føroyar í ráðstevnu hjá Nordisk Minister Råd, um útbúgvin og komandi trupuleikar. 

Okkara umboð eru forkvinna, Helena F. Jørmundsson og ráðslimur, Turið J. Johannesen.

Kl 10 er kjak, har umboð fyri allir norðurlenskir studentarfelagsskapir skulu, saman við útbúgvingarmálaráðharrunum, kjakast um útbúgving í norðurlondum. MFS, Iliili (Grønland) og DSF (Danmark) hava sligið seg sama í kjakið og verður umboða av Julian Lo Curlo. 

Til ber at fylgja tiltakinum her: 
http://www.uka.se/5.2158bbb51621ecd5a963bd.html

 

MFS á ráðstevnu hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum

$
0
0
Fløgg.jpeg

Hetta skjalið er eitt yvirlit yvir spurningarnar, ið vóru settir lestrarpanelunum, og svarunum hjá MFS til teir spurningarnar. Eisini eru tey serliga áhugaðverdu svarini frá øðrum lestrarfelagsskapum drigin fram. Skjalið er á enskum, tí arbeiðsmálið í Norðurlendska Ráðharraráðnum er enskt.

Ráðstevnan er ein árligur fundur millum norðurlendsku ráðharrarnar innan útbúgving, og øðrum viðkomandi fólki. Hetta er m.a. lestrarumboð, starvsfólk á útbúgvingarstovnum, granskarar, og onnur starvsfólk innan politisku skipanina. Stóru temaini í ár vóru digitalisering av hægri útbúgving og mismunur á kynunum innan útbúgvingarskipanina. Ein av heilt stóru broytingunum var, at í ár blivu lestrarfeløgini biðin um at viðmerkja spurningarnar, við støði í teirra útbúgvingarlandi.

Vit hoyra sera fegin viðmerkingar frá føroyskum lesandi, til spurningarnar, ið vóru settir á ráðstevnuni. 

 

What would you say is THE greatest challenge for higher education right now?

Lack of quality assurance (QA). Students at Setrið (University of Faroe Islands) are worried that an Bachelor (BA) there might not be the same as BAs at other universities, since there is no official internal QA. Not about the contents of the courses, but about whether a diploma from Setrið will be recognised, when applying for jobs or further studies abroad. We need to get QA, on ESG level, in order to verify the quality of an education from Setrið.

Currently we’ve had one external QA, where the main focus has been the structure at Setrið. This means that there’s a lack of QA in the courses and specific faculties, the internal QA, making Setrið almost working in the dark - with no real measure of the quality, and being unable to compare to ENQA-member countries.

 

Iceland responded, that they need to create an education policy - in order to get an aim in their progress. We have to know where we’re going, and what we have to do to get there.

 

Norway responded, that one of their wishes, is to tie the student grants to inflation. Education should be a way out of poverty, and thus a classless system, where the resources of parents should not be a determining factor of whether to apply to higher education.

 

Denmark: Education is deeply underfunded. The lack of funding adds pressure to the educational system, and we lose sight of the role of higher education. What do we want to achieve?
Having reduced the education gap means that more students are getting higher educations. This also means that the interests in higher education are increased, and a lot of different actors want to affect what education should be. Companies want to create the students in their image, and shape them to their needs. But we must not forget a broad basis education, with the possibility to specialise.


Comment from MFS to the issues raised by Jona from NSO: A recent Faroese survey showed, that the main reason for dropouts at the University of the Faroe Islands, is that the students can’t make ends meet economically. Furthermore, 60% of students have to work while studying.

The issue is prominent enough, that the issue persists despite 90% of students thriving at the university.

 

In the student organizations that you represent, what are the most pressing issues looking ahead? What are you trying to convey to those in charge?

MFS is working to better the conditions for Faroese students. Lately, our main focus has been to establish and protect the economic stability of students, and trying to eliminate the need to work while studying, in order to be able to uphold decent living. 14% of students, who’ve considered quitting their studies, report that it’s because they can’t make ends meet financially.

Our next focus will be to explore the challenges in microstates with establishing QA. One factor is the lack of people with knowledge regarding QA in the Faroe Islands. The other factor is having to outsource the QA-process, in order make sure there’s no question as to whether the assessing parties have been neutral.

 

Higher education is expected to solve everything from integration and equal opportunity to innovation and climate change. Is the system delivering on its promises, or do you see signs of overreach?


Higher education (HE) is not enough prioritized in the political system. Faroe Islands don’t seem to value education and research enough. There is stable but slow progress, but the progress seems to be without a specific aim - because the lack of QA, all the efforts seem aimless. This lack of priority is also seen on the finance law. There has been a growth of students in higher education, and therefore a larger demand for funding. Despite the positive change in the HE area, the government still decided to lower the funding.

 

The climate changes are a natural part of the energy innovation in the Faroe Islands. The good will towards the green energy can be can be factored by the education in this field from the Faroese university. There seems to be an indication that HE is encouraging a green profile in the Faroese energy sector and making a positive tribute to the climate changes.

 

Viðmerking: Broadening access to HE, means you get the best possible people to work on these issues - men tað krevur funding! You get what you pay for.

 

You are the first Smartphone and Facebook generation, for whom all these gadgets and apps has been a given. How would you say our universities are keeping up with the development in media technology?

Submissions and communications are done online. The Faroe Islands are in a special situation - the age of the average university student in the Faroes is very high, and thus many are NOT part of the “first Smartphone and Facebook generation” because of a high average age (30 years in average).

According to a questionnaire, 75% of university students are pleased with the educators use of Moodle witch is a internet communication platform. Even though there is a high satisfaction towards Moodle, the university uses 3 different platforms to communicate with the students. The overall evaluation towards the media used in the university is 10% satisfaction. Therefore there is a high demand of a better use of media and technology in the Faroe Islands. One way to achieve better and more efficient use of media in education, is by having courses for educators and students in the different platforms, and on how to use the tools available proficiently.

 

When you compare your own use of media technology – for entertainment, research, socializing – do you feel that there is a gap compared to its use in higher education?

92% of students don’t use video and internet in their studies. This shows a definite gap in media technology use compared to the use in higher education. It might implicate that the systems used by Setrið aren’t intuitive and user friendly, and might serve to confuse, rather than inform.

84% of students don’t feel content with the use of internet/video at Setri, confirming that the way technology is used, discourages students from applying it, rather than lack of will from students to apply technological tools.


Is there a risk that we get too carried away, dazzled by new technology, and forget the basic purpose of education, to share inherited knowledge and transcend time?

64% of students agree, that learning by technology yields same outcomes as old-fashioned teaching. 29% disagree. This means that a big part of students are sceptical of technological overuse. “Technology is a filter - you’re there, but not really.”
Digitalisation is a good initiative, in the way that it is one of many tools to lessen the distance between educators and students. But it should seen as such - a tool and not a solution. We shouldn’t be blinded by digitalisation, and let it take precedence over other issues - like underfunding.

 

On the basic level of higher education, around 60 percent of students are now female. What do you make of that gender gap? How can our universities improve on equality and inclusion, considering the wake-up call from MeToo?

71% of students at the university of Faroe Islands are female. (According to questionnaire, where 341/742 students answered.) There’s a lot of focus on boys falling through on gymnasial level, but none as far as we know, on university level.

On a MeToo note, when asked it the students have experienced sexual harrasments, 0% answered yes, and 2% answered they weren’t sure. When asked about psychological harassment, 4% answered yes. It’s important to note, that these stats are not concurrent with findings in our neighbouring countries, and that the reason might be, that the questionnaire asks a yes/no question. According to other findings, if you ask more specifically about different forms of harassment, the results will be less positive.

A crucial goal in this perspective, regardless of positive questionnaire results, is that if an individual feels harassed, the reporting process should be easy and not harmful to the student. A student representative, a legal professional working for the interests of individual students, would be a great start in this respect.

It’s worth noting, that despite 70% of students being female, University of the Faroe Islands has 9 professors, of which only 2 are female, 14 lectors, of which 1 is female, and 12 adjunkter, of which 3 are female. Thus only 6/35 academic staff are female. (2013)

 

What about stress and mental health?

The stress level for the students in the Faroe Islands is low. 7% of students experience stress all the time, while 64% of students experience stress not and then, 29% do not know or do not experience stress. The questionnaire also reveals that is difficult for the students to get to re exams. This might be one reason for a high stress level leading up to the exam, and therefore increase the number of students who experience stress now and then.


Do you and your members and friends have faith in opportunities for lifelong learning, or is there a sense of pressure here and now?

Students at Setrið don’t feel pressured to rush their studies. It’s very normal to have maternity/paternity leaves during the course of the studies. People don’t feel pressured to go directly from gymnasium to university.

The university of the Faroe Islands offers a wide variety of diploma educations. The courses vary, and cost is about 200 dkk per ECTS or 5000 DKK. Participation seems to be good.

On the other hand, there’s a very big difference in drop out rates between the different faculties. As there are very few statistics about Faroese students, it’s hard to say anything specific about why this is - but in the questionnaire, the two main reasons, equal in weight, were financial difficulties and questioning the choice of education.

One issue is with the student grant. The funds you get when studying in the Faroe Islands don’t affect the “SU klip” in the Danish grant - which faroese abroad are qualified for. However, when you get funds from the Danish grant, you lose “klip” in the Faroese grant. This might discourage dropouts to get a degree later in life, as it’s a very big expense for the students. The inequality of students, with those getting SU gradually losing their opportunity to get an education in the Faroe Islands, while the opportunities abroad are unaffected for those receiving from the Studni grant. Seeing as the two grants are completely separate, there is no good reason for Studni to take SU into account when giving grants to students.

Aðalfundur í Reinsarínum 26. juli

$
0
0
logo 2.png

ÁRLIGI AÐALFUNDURIN HJÁ MFS VERÐUR Í REINSARÍNUM HÓSDAGIN 26. JULI KL. 17

Umframt at fundast fara vit at hoyra HEIÐRIK spæla nøkur løg, Kristianna Winther Poulsen fer at greiða frá sínari tíð í MFS, og so verða sushi og smákøkur eisini á skránni!

HVAT ER MFS?

MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum felag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir.

HVØR KANN VERA VIÐ Í MFS?

Allir føroyingar undir hægri lestri – bæði í Føroyum og uttanlands! Fyri at verða við í MFS er ikki neyðugt við einari rúgvu av royndum. Tað einasta, sum krevst, er, at tú ynskir at betra um viðurskiftini hjá føroyskum lesandi.

SKRÁIN

17:00 Frágreiðing frá Helenu F. Jørmundsson, forkvinnu felagsins

17:15 “Mín tíð í MFS” framløga við Kristionnu Winther Poulsen

17:30 Vitøkur felagsins verða endurskoðar

17:15 HEIÐRIK

18:00 Steðgur við ábiti

18:15 Framløga av grannskoðaum roknakapi fyri seinasta roknskaparár

18:30 Kjak um komandi ár

18:45 Val av ráði

  Eftir aðalfundin verður afturlatin fundur fyri nýggja ráðnum.

Betri Pisudagar 2018

$
0
0
pisuudagar klipt.png



Ert tú komin inn á dreymaútbúgvingina í Føroyum ella uttanlands? Hevur tú spurningar ella vil fáa betur kunning um SU, ÚSUN, NemKontu, NemID, Føroyafrádrátt o.a.

Alt hetta og meir kanst tú fáa svar uppá á Pisudøgum 2018

Aftur í ár skipar MFS saman við ASK og Betri fyri Pisudøgum. Her verður høvið at fáa svar uppá spurningar, fáa góð lestrar- og fíggjarráð og tosa við onnur ung, ið kanska eru í júst somu støðu sum tú.

Eisini verður møguleiki at vinna ein Sveiggj ferðaseðil.

31 juli kl. 19.00 á deildini hjá Betri í Klaksvík
1 august kl.19.00 á Ungdómsdeildini hjá Betri í Havn

NÝTT RÁÐ OG FORKVINNUSKIFTI Í MFS

$
0
0
 Nývalda ráðið. Barbara, Dagmar og Hans Andrias mangla á myndini.

Nývalda ráðið. Barbara, Dagmar og Hans Andrias mangla á myndini.

Hósdagin 26. juli hevði MFS aðalfund í Reinsarínum í Havn. Á skránni var forkvinnufrágreiðing, framløga av roknskapi og endurskoðan av viðtøkum felagsins. Eisini hevði Kristianna Winther Poulsen, fyrrverandi MFSari, eitt innslag, og Heiðrik framførdi nøkur løg. Fundurin endaði við vali, har eitt nýtt ráð var valt. Í nýggja ráðnum eru 11 limir, har av 6 nývald.

Eftir aðalfundin var afturlatin fundur, har ráðið skipaði seg og legði ætlanir fyri komandi ár. Komandi árið ætlar ráðið m.a. at arbeiða fyri at fáa eina føroyska góðskutryggingarskipan, og at fáa størri ávirkan á politisku skipanina, tá lestrarpolitisk mál eru á skránni.

Nýggja ráðið:
Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna
Borgný Súsonnudóttir Hansen, næstforkvinna
Terji Beder, skrivari
Tummas J. Danielsen, kassameistari
Turið Jónleyg Johannesen, altjóða skrivari
Helena F. Jørmundsson, ráðslimur
Dagmar Johannesen, ráðslimur
Hans Andrias Gregoriussen, ráðslimur
Finnur Beder, ráðslimur
Eva Hjelm Aanesen, ráðslimur
Elsa Jónsdóttir Johansen, ráðslimur

 Forkvinnuskifti.

Forkvinnuskifti.

MARKLEYS ÚTBÚGVING 2018

$
0
0
40468010_217548045784761_6924694265746423808_n.jpg

Afturvendandi tiltakið Markleys Útbúgving veðrur Norðurlandahúsinum 13. september kl. 09.00-15.15.

Útbúgving hevur ongantíð verið meira umráðandi enn nú, og møguleikarnir hava ongangtið verið fleiri. Sama hvat tú velur, so ræður um at fáa sær eina útbúgving. Vel millum fjølbroyttu møguleikarnar í Føroyum – ella far í onnur lond og fá tær útbúgving. Tað er hetta Mú – MARKLEYS útbúgving – leggur dent á.

Tiltakið er ókeypis og alment. Tiltakið er ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum og øllum øðrum, sum umhugsa at fara undir eina útbúgving.

LES FJØLBROYTTU SKRÁNNA HER: ask.fo/MU/skra/

 

KAPPING TIL MÚ 2018

$
0
0
40468010_217548045784761_6924694265746423808_n.jpg

Við at lata eftirmetingarskjalið inn til Markeysa Útbúgving 2018 ert tú við í kappingini um tvey G! atgongumerki ella ein Sonos hátalara frá Elding.
Kappingin er opin frá kl 12.00 til 14.50. Finn skjalið á heimasíðuni http://ask.fo/MU/


LESTRARSTARV: Rættlesari til Fjølnir 2018

$
0
0
Screenshot (11).png

Í samband við útgávuna av lestrarblaðnum Fjølnir 2019 søkir Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) eftir rættlesara. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 1. februar 2019.

UM FJØLNIR

Fjølnir er eitt lestarblað, sum bjóðar lesaranum ein glugga inn í gerandisdagin hjá lesandi í Føroyum og úti í heimi. Umframt greinar um føroysk lesandi, veitir Fjølnir innlit í sosiala og politiska virksemi hjá MFS. Blaðið er ætlað lesandi og miðnámsskúlanæmingum umframt politikarum og øðrum, sum eru áhugað í viðurskiftunum hjá føroyskum lesandi. Blaðið er ókeypis og finst í pappírsútgávu og teldutøkari útgávu á mfs.fo/blod/.

UPPGÁVUR

Sum rættlesari er tín uppgáva at rættlesa og veita málsliga ráðgeving, um tørvur er á tí. Tú kemur at samstarva við Fjølnir-redaktiónina, sum er mannað av sjálvbodnum lesandi.

FØRLEIKAR

  • Tú ert undir hægri lestri.

  • Tú ert stinn/ur í føroyskum máli.

  • Ynskiligt er, at tú lesur føroyskt á í minsta lagi 3. lestrarhálvu.

SETANARVIÐURSKIFTI

Talan er um eitt tíðaravmarkað starv. Tú tekur við starvinum skjótast gjørligt, og starvstíðin er av 1. februar 2019. Samlaða lønin fyri arbeiðið er 5000 kr.

UMSÓKN

Umsókn og CV skal sendast til mfs@mfs.fo í seinasta lagi 19.oktober 2018.

MEIRA FÆST AT VITA

við at senda teldupost til mfs@mfs.fo ella ringja til skrivstovuna tlf. 737080.


Nýgg nevnd í Aalborg

$
0
0
MFS_Logo_Bitmap.png

Ein nýggj MFS-nevnd verður sett á stovn í Aalborg!

Stovnandi aðalfundur hjá Aalborgnevndini hjá MFS verður 29. oktober kl. 19 í hølunum hjá Álaborg.
Á fundinum verða kaffi, te og køkur at fáa.

Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) er felagið hjá føroyskum lesandi í Føroyum og úti í heimi. Umframt eitt yvirskipað ráð, hevur MFS lokalar nevndir, sum gera tað gjørligt hjá felagnum at vera til staðar har, sum føroyingar lesa. Nevndirnar arbeiða við lestrarviðkomandi málum í rættilga breiðum týdningi.
Áhugin fyri at lesa í Aalborg hevur verið og er vaksandi millum føroyingar. Tí er tað upplagt, at ein lokalnevnd verður sett á stovn í Aalborg.

Um tú ert lesandi í Aalborg, og kundi hugsað tær at fingið ávirkan á títt lestrarlív, er MFS eitt gott felag fyri teg. Nevndin hevur tørv á ymiskum fólki við ymiskum evnum. Tað allar týdningarmesta er, at tú tímir, so KOM VIÐ!

Nýggj MFS-nevnd í Aalborg

$
0
0
45066157_10217722281358041_5011090308776067072_o.jpg

Aalborg hevur seinastu árini ment seg við rúkandi ferð sum lestrarbýur, og kappast eftirhondini við bæði Keypmannahavn og Aarhus um tey lesandi. Fleiri og fleiri føroyingar velja eisini at fara undir hægri lestur í Aalborg, og tað er tí heilt natúrligt, at MFS nú setir á stovn nevnd í norðurjútska høvuðsstaðnum.

Mánakvøldið skipaði MFS fyri stovnandi aðalfundi í hølunum hjá Álaborg, føroyingafelagnum í Aalborg, har MFS-nevnd varð sett á stovn í Aalborg á fyrsta sinni.

Heilt fitt av fólki møtti á fundinum, har Tummas Danielsen, limur í MFS-ráðnum og nevndini hjá MFS í Keypmannahavn, var komin at greiða frá um virksemi hjá MFS og leggja nýggju nevndini lag á.

Orðaskifti var á fundinum um, hvat virksemi nýggja nevndin kundi fara í holt við, og alt frá felags-evropeiskum útbúgvingarpolitikki til aalborgensiskt barrgrulv var uppi at venda.

Nevndin skipaði seg beint eftir fundin, og Elsubet Vidtfeldt varð vald til forkvinnu og Edit Fríðheim til næstforkvinnu. Ingi K. Midjord verður skrivari í nevndini og Finnur Beder er kassameistari.

Stórur áhugi var fyri nýggja felagnum, og ikki færri enn 13 fólk bjóðaðu seg fram at gerast partur av nevndini.

Nevndin fer alt fyri eitt í gongd við at gera góða trivnaðin, og góðu umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Aalborg, uppaftur betri.

Nýggja nevndin hjá MFS í Aalborg sær soleiðis út:

·       Elsubet Vidtfeldt, forkvinna

·       Edit Fríðheim, næstforkvinna

·       Ingi K. Midjord, skrivari

·       Finnur Beder, kassameistari

·       Tór Marni Weihe, nevndarlimur

·       Ári Lava Olsen, nevndarlimur

·       Renata Jensen, nevndarlimur

·       Jóna Mohr Højsted, nevndarlimur

·       Annika Mikkelsen, nevndarlimur

·       Ingigerð D. Tróndheim, nevndarlimur

·       Tóta Eilersdóttir Langgaard, nevndarlimur

·       Kristina Eliasen, nevndarlimur

·      Marianna Beder, nevndarlimur

Viewing all 78 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>